MedCare

MedCare Knýtt at MedCare eru:

Shahin Gaini, serlækni í intern medisin, infektiónsmedisin og tropumedisin. Katrin Kallsberg, serlækni í gynækologi.

MedCare er ein privat viðgerðarstova og eitt netverk av royndum serfrøðingum, sum leggur seg eftir at veita skjóta og góða útgreining og viðgerð av sjúkum og skaðum. Pero Sore, serlækni í intern medisin, reumatologi og Ítróttarmedisin og Siri Sore, Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur, hava stovna og reka viðgerðarstovuna MedCare. Granskari innan smittsjúkur, blóðeitran, meningitis, borrelia og i

mmunverju. Serøkið gynækologi og obstetrikk er breitt og fevnir um staðfesting og viðgerð av kvinnusjúkum umframt burðarhjálp. Mary Højgaard Hansen, serlækni í dermatologi. Serøkið innan húð- og kynsjúkur. Kristian Eli Andersen, autoriseraður sálarfrøðingur (Cand.psych.aut)
15 ára royndir við metakognitivari terapi (MCT) og kognitivari atferðarterapi (CBT) við einari 6 ára serútbúgving sum metakognitivur terapeutur og 2 ára serútbúgving sum kognitivur atferðarterapeutur. Turið Holm Johannessen, serlækni í almen medicin/kommunulækni síðan 2019
Góðkendur sjóvinnulækni, vinnukavaralækni og petroleumslækni. Frans Róin, serlækni í psykiatri
Hevur breiða útbúgving innan psykiatri (útreiðing, akutpsykiatri, psykoterapi, depressión, angist, OCD, bipolara sjúku, dobbeltdiagnoser, ADHD v.m.) og serkunnleika innan rúsevnisviðgerð

Brian Fossabrúgv, bachelor í fysioterapi,
Cert. MDT (Mckenzie) við serútbúgving í GLAID- konceptinum (godt liv med artrose i Danmark)

Toni Dam, persónligur venjari og kostráðgevi
Er altjóða góðkendur innan EuropeActive (EREPS 4), er útbúgvin persónligur venjari, fitness instruktør og kostráðgevi. Elieser Olsen, serlækni í kirurgi og plastikkirurgi
Arbeiðsøkið er almen plastikkirurgi, serliga sár og húðkrabbaviðgerð umframt bróstkirurgi. Theodor Høgagarð, serlækni í anestesiologi og pínumedisini
Norðurlendsku post-serútbúgvingina í pínuviðgerð, NEAPM (Nordic Education in Advanced Pain Medicine)

http://www.medcare.fo
https://www.medcare.fo/gynækologi
http://www.artharmonia.fo/index.html
http://www.fysio.fo
https://toni.fo/
http://www.sjovinnulakni.fo
https://metakognitiv.fo/

https://sportnetdoc.dk/
21/03/2026

https://sportnetdoc.dk/

Find anatomi, årsag, symptomer samt behandling og genoptræningsprogrammer til din skade, der alle kan udføres uden dyrt træningsudstyr.

05/02/2026

📘 Nýggj bók á veg – kemur út 23. apríl!

Eg eri sera fegin um at siga frá, at mín nýggja bók Når ledere tænker for meget – Sådan løser du 10 typiske ledelsesudfordringer med kognitiv psykologi kemur út 23. apríl á GADs Forlag.

Bókin vendir sær til leiðarar, sum uppliva, at tankameldur, strongd og konfliktir byrja at forða fyri góðari leiðslu – og sum ynskja eina meira róliga, greiða og menniskjaliga tilgongd í gerandisdegnum sum leiðari. Hon er praktisk, sálarfrøðiliga grundað og full av ítøkiligum amboðum, case´um og hugleiðingum.

📩 Ynskir tú at bíleggja bókina frammanundan, ert tú vælkomin at senda mær eini privat boð her á Facebook ella skriva til: kristian@metakognitiv.fo

Eg gleði meg at vísa tykkum hana 🙏

📘 Ny bog på vej – udkommer 23. april!

Jeg er rigtig glad for endelig at kunne dele, at min nye bog Når ledere tænker for meget – Sådan løser du 10 typiske ledelsesudfordringer med kognitiv psykologi udkommer 23. april på GADs Forlag.

Bogen henvender sig til ledere, der oplever, at tankemylder, stress og konflikter begynder at stå i vejen for god ledelse – og som ønsker en mere rolig, klar og menneskelig tilgang til hverdagen som leder. Den er praksisnær, psykologisk funderet og fuld af konkrete greb, cases og refleksioner.

📩 Ønsker du at forudbestille bogen, er du meget velkommen til at sende en privat besked her på Facebook eller skrive til: kristian@metakognitiv.fo

Jeg glæder mig til at dele den med jer 🙏

01/02/2026
MedCare ynskir okkara tjóðarhetjum bestu eydnu við EM í Oslo🇫🇴Vit hava gjørt okkara allarbesta fyri at hjálpa Eliasi og ...
16/01/2026

MedCare ynskir okkara tjóðarhetjum bestu eydnu við EM í Oslo🇫🇴Vit hava gjørt okkara allarbesta fyri at hjálpa Eliasi og Óla at gerast klárir til dyst🤗

Koyr á Føroyar!🤾‍♂️

21/12/2025

Hug at betra um kondisjón og styrki, og samstundis fáa størri innlit í venjing, heilsu, at lætna o.s.fr.?

Nøkur fá pláss eru eftir til rógvivenjingina, ið byrjar í nýggja árinum. Byrja í viku 2, til&við viku 13. Tils 12 vikur.

Ymisku liðini síggjast á viðheftu mynd. Gult er fyri seniorar. Annars er eingin munur á liðinum. Bert ymisk venjingar tíðspunkt.

Mítt mál er:
1. At menna tína kondisjón, úthaldni og styrki.
2. At geva tær eina grundleggjandi vitan um venjing, heilsu, at lætna o.s.fr.

Samlaði kostnaðurin er kr. 2400, fyri 12 vikur.
Seniorar rinda kr. 1640, fyri 12 vikur.

Um tú ynskir, kanst tú deila gjaldið soleiðis, at tú rindar 50 % við byrjan og 50 % tá skeiðið er hálvrunnið.

Umframt venjingina, royni eg regluliga at kunna um venjing, kurar, forbrenning o.s.fr., so tit fáa eina fatan av, hvussu alt hetta við venjing og at lætna, hongur saman.

Tilmelding kann gerast, við at skriva mær eini boð á Facebook ella við at senda mail á post@toni.fo

Eingin maskina er so effektiv sum rógvimaskinan. Tú venur allan kroppin, fæst skaðar og forbrennur flest kcal. 2x45 min um vikuna. Tá umfatar tín venjing alt tað ein eigur at venja, um ein vil sær sjálvum tað besta. Styttri kann tað neyvan gerast.

Vanliga settir spurningar (FAQ):
Tú nýtiskt ikki at vera á einum serligum støðið fyri at kunna luttaka.
Tú nýtist ikki at hava róð fyrr.
Tú skal ikki rógva líka skjótt sum hini.
Tú rør í tíni egnu fer, ið passar til tín.
Øll fylgjast, tí vit rógva í tíðar-intervallum.
Aðrar spurningar? Skriva til mín.

Ps. Eg kann ikki veita vissu fyri at tú lætnar, men eg kann veita vissu fyri, at um tú møtir til venjingarnar, vil tú forbrenna nógvar nógvar túsund kcal. Um tú lætnar er nemliga tengt at hvat tú etir, og tað klári eg ikki at tryggja, men eg kann og fari at greiða tær frá hvat tú átti at etið og mangt annað um venjing og tað at lætna.

17/12/2025

🌱 TANN MOTIVERANDI SAMRØÐAN FYRI LEIÐARAR

📅 Várið 2026!

🏨 8-daga grundútbúgving, býtt á fýra modul, á Hotel Hafnia

Ynskir tú at betra um samskifti við tíni starvsfólk og læra ein samskiftishátt, sum bæði motiverar og stuðlar teimum í gerandisdegnum?

✨ Á hesum skeiðnum fært tú amboðini til at:

💬 Leiða motiverandi samrøður, sum hjálpa starvsfólkum at finna fram til síni egnu mál og finna motivatiónina til at fremja broytingar.

🤝 Hava ta truplu samrøðuna og handfara ósemjur á ein gagnligan hátt, sum gevur tínum starvsfólkum møguleika at kenna seg hoyrd og virðismett, samstundis sum tú tryggjar eitt gott arbeiðsumhvørvi.

🧠 Styrkja samrøður um strongd og trivnað, so tú kanst stuðla starvsfólkum, tá arbeiðsøkið gerst krevjandi, og hjálpa teimum at handfara strongd á ein góðan hátt.

🔍 Sparra við starvsfólk um trupulleikar og avbjóðingar, har tú brúkar empati og virkna lurtan til at hjálpa teimum at finna loysnir og menna sín arbeiðshátt.

❤️ Skapa álit gjøgnum virkna lurting og empati, har tú lærir at skilja avbjóðingarnar hjá tínum starvsfólkum og stuðla teimum í teirra persónligu og fakligu menning.

🧩 Tann Motiverandi Samrøðan (MI ella Motivational Interviewing) er ein samskiftistilgongd, sum stuðlar leiðarum í at skapa gagnligt samskifti við starvsfólkini.
Við hesum amboði gerst tað lættari at loysa avbjóðingar, stuðla í broytingartilgongdum og viðgera trupulleikar í gerandisdegnum á ein jaligan og mennandi hátt.

🌱 Á hesum skeiðnum fært tú dygdir og førleikar til at skapa eitt virðiligt og uppbyggjandi samskiftissamband við tíni starvsfólk – eitt samband, sum leggur dent á empati og virkna lurtan og gevur starvsfólkunum sjálvsálit at vaksa og mennast.

📘 Modul 1

📅 24.-25. februar 2026
Grundprinsippini í tí motiverandi samrøðuni
🟢 Lær at brúka empati og reflekterandi lurtan til at stimbra innaru motivatiónina hjá tínum starvsfólkum.
🟢 Fá grundleggjandi førleikar at føra samrøður, sum fáa starvsfólkini at kenna seg hoyrd og skilt.

📘 Modul 2

📅 17.-18. mars 2026
Praktisk venjing í samskiftisháttinum:
🟡 Samrøður um strongd: Lær at stuðla starvsfólkum við at megna strongd.
🟡 Motiverandi samrøður til atferðarbroytingar: Hjálp starvsfólkum at taka ábyrgd og arbeiða við egnari menning.

📘 Modul 3

📅 21.-22. apríl 2026:
Samrøður um fakligar avbjóðingar:
🔵 Sparring um trupulleikar: Fá førleikar til at leiða samrøður um krevjandi evni og avbjóðingar.
🔵 Styrk samrøður um persónliga og fakliga menning.

📘 Modul 4

📅 19.-20. mai 2026
Handfaring av truplum samrøðum og konfliktum:
🔴 Lær at handfara konfliktir og truplar samrøður á ein virðiligan og konstruktivan hátt.

🎯 Hetta skeiðið vendir sær til øll sløg av leiðarum – stjórar, millumleiðarar, deildarleiðarar, HR-leiðarar og onnur við leiðsluábyrgd, sum ynskja eina mennandi og stuðlandi tilgongd í síni leiðslu.

⚠️ Avmarkað pláss – tryggja tær eitt pláss á skeiðnum á Hotel Hafnia við at melda til í dag!

📩 Tilmelding ella meira kunning fæst við at skriva til:

👉 kristian@metakognitiv.fo

05/11/2025

Heili 97 prosent av kvinnum millum 45 og 59 ár hava symptomir upp á skiftisár, vísir umfatandi kanning

19/10/2025

Træthed og smerter går hånd i hånd – og alt for mange med gigt kender den onde cirkel: Dårlig søvn giver flere smerter, og smerterne gør det svært at sove.

Derfor har vores ekspert samlet 10 konkrete råd til bedre søvn, så du kan få mere energi, færre smerter og bedre trivsel i hverdagen.

Vil du have flere gode råd fra en af de førende søvn-eksperter - Birgitte Rahbek Kornum - så husk vores live i morgen den 20. oktober, hvor du kan høre langt mere om søvn og stille direkte spørgsmål undervejs.

Læs artiklen nedenfor – og husk at tilmelde dig vores live her på siden.

18/10/2025

I dag sætter vi fokus på overgangsalderen ✨
Et emne, der fortjener langt mere opmærksomhed – ikke kun i dag, men hver dag.

16/09/2025

Stutt og greitt um heilsu.
Tryggja tær, at tú fært nokk av Omega-3/ fiskaolju. Tað er sera umráðandi!
Í hesi kanningini, vórðu væl vandir ungir menn settir á eina 8 vikur langa styrki-venjingarætlan. Annar bólkurin fekk fiskaolju (uml. 3 g Omega-3 um dagin) – hin bólkurin fekk onga🐟

Úrslitini?
Bólkurin, ið fekk fiskaolju, hevði betri framgongd í:
– Styrki
– Lop
– Explosiviteti
– Fimi
– Reaktiónsevni

Annað, ið batnaði var teirra kolesterol tal, blóðfeitt tal, hvussu skjótt teir komu seg eftir venjing, og enntá í markørum fyri dopamin og serotonin💪🧠

Omega-3/ fiskaolju finnur tú í feitum fiski s.s. sild, makrel, síl og laks.

Viðmælt verður, at ein etur 350g um vikuna av fiski, harav 200g er frá tí feita fiskinum, sum er tann omanfyrinevndi. Allar flestu fólk fáa væl minni, enn tað viðmælta.

Um tú tekur flótandi fiskaolju ella sum tablettir er líka mikið.

Umframt teir fyrimunir ið eru nevndir omanfyri, ið kundu staðfestast ísv kanningina, eru nógvir aðrir fyrimunir.

Adresse

Suðurstíggjur 10
Argir
160

Telefon

+298223021

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når MedCare sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til MedCare:

Del

Um MedCare

Pero Sore, serlækni í intern medisin og reumatologi og Siri Sore, Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur, hava stovna og reka viðgerðarstovuna MedCare. Knýtt at MedCare eru:

Shahin Gaini, serlækni í intern medisin, infektiónsmedisin og tropumedisin. Granskari innan smittsjúkur, blóðeitran, meningitis, borrelia og immunverju.

Brian Fossabrúgv, bachelor í fysioterapi, Cert. MDT (Mckenzie) við serútbúgving í GLAID- konceptinum (godt liv med artrose i Danmark)

Elieser Olsen, serlækni í kirurgi og plastikkirurgi Arbeiðsøkið er almen plastikkirurgi, serliga sár og húðkrabbaviðgerð umframt bróstkirurgi. Theodor Høgagarð, serlækni í anestesiologi og pínumedisini Norðurlendsku post-serútbúgvingina í pínuviðgerð, NEAPM (Nordic Education in Advanced Pain Medicine) Turið Holm Johannessen, lækni Er í útbúgvingarstarvið í almen medicin (kommunulækni) Góðkendur sjóvinnulækni, vinnukavaralækni og petroleumslækni. Frans Róin, serlækni í psykiatri Hevur breiða útbúgving innan psykiatri (útreiðing, akutpsykiatri, psykoterapi, depressión, angist, OCD, bipolara sjúku, dobbeltdiagnoser, ADHD v.m.) og serkunnleika innan rúsevnisviðgerð