Kommunulæknaviðtalan hjá Jeaneth Løkjá

Kommunulæknaviðtalan hjá Jeaneth Løkjá Telefontíð er mánadag-fríggjadag kl. 8.30-10.00
Um mann hevur tørv á at fáa fatur á lækna bráðfeingis, kann mann ringja á bráðfeingis telefonina.

Hetta er bert ætlað til bráðfeingis tørv, og ikki til t.d. receptendurnýggjan.

16/07/2025
29/11/2024

Tekur tú Ozempic? So les her...
Tilskot til ymsan diabetesheilivág broyttist 25. novembur í ár:
Tekur tú Ozempic, kann tað vera, at tín heilivágur gerst nógv dýrari. Tilskotið verður slettað frá øllum receptum, sum eru gjørdar innan 25 novembur.
Set teg í samband við okkum, so vit kunnu finna útav um tú framvegis kann fáa tilskot, ella um vit skulu finna onkran annan heilivág til tín.

Tel 308310 ella á https://www.minlaekni.fo/kirkjustrati-04
Her sæst hvør heilivágur hevur fult, treytað ella onki tilskot:
https://laegemiddelstyrelsen.dk/.../25FB04DAEB8041258B2D5...

29/04/2024

VIT FEGNAST UM GÓÐU UNDIRTØKUNA, TAÐ ER NÚ FULLTEKNAÐ OG FLEIRI ENN 300 STANDA Á BÍÐILISTA. UM TÚ HEVUR EITT MÓÐURMERKI TÚ IVAST Í, OG HELDUR AT TAÐ ÁTTI AT VERIÐ KANNAÐ, SET TEG SO Í SAMBAND VIÐ EGNAN LÆKNA🙂 MINNIST TIL AT NJÓTA SÓLINA VIÐ SKILI🌞

Mai mánaður er altjóða melanom mánaður. Móðurmerkjakrabbi (malignt melanom) er krabbamein, ið kemur í móðurmerki. Í mai mánaði varpa vit ljós á húð- og móðurmerkjakrabba.

Hetta gera vit við bjóða áhugaðum at melda seg til at koma til húðlækna í húðambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin tann 16. mai at læra meira um móðurmerki og at fáa móðurmerki síni kannaði. Vit hesum átaki, ið Húðambulatoriið og Krabbameinsfelagið standa fyri, vóna vit at økja um vitanina og tilvitskuna um vandamiklu móðurmerkini. Krabbameinsfelagið luttekur á degnum við kunnandi faldarum.

Tiltakið fer fram tann 16. mai kl.09:00-17.00 í Útistovu (Bláa ambulatoriinum) á Landssjúkrahúsinum.
Melda til við at at senda ein t-post til hudamb@ls.fo.
Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 10. mai. 2024.

Móðurmerkjakrabbi er tað vandamiklasta slagið av húðkrabba, og er talið av tilburðum vaksið nógv seinastu 50 árini. Vandin at fáa móðurmerkjakrabba er eitt nú tengdur at hvørji húðtýpu, ein hevur. Tær ljósu húðtýpurnar, ið lættliga brenna seg í sólini, eru í nógv størri vága at fáa móðurmerkjakrabba.

Móðurmerkjakrabbi kann stava frá UV-geisling frá sól og solarium, og sólbrunar á ungum árum illteinkjast serliga at elva til móðurmerkjakrabba. Tí er umráðandi at verja børnini og tey ungu ímóti vandamiklu UV-strálunum – eisini í Føroyum. Tó at ikki ber til púrasta at forða móðurmerkjakrabba at taka seg upp, finnast fyribyrgjandi stig, ið vit kunnu taka. Eitt nú í mun til góðar sólvanar, at verja okkum fyri sólbruna og at snarkanna fyri krabbamein. Verður móðurmerkjakrabbin uppdagaður skjótt, eru útlitini góð. Viðgerðin er í flestu førum skurðviðgerð, men kann viðgerðin eisini vera medisinsk.

Vit vóna at síggja tykkum, ið eru stúrin um tykkara móðurmerki. Eitt kliniskt toymi við húðlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og læknaskrivarum eru klár at taka í móti tykkum í ambulatoriinum hendan dagin. Hava tit spurningar um tiltakið, eru tit vælkomin at venda tykkum til okkara. Vit síggjast til ein hugnaligan dag í Húðambulatoriinum í Útistovu á Landssjúkrahúsinum.

Húðambulatoriið og Krabbameinsfelagið

Nú kann mann bíleggja tíð til koppseting fyri beinkrím og/ella covid-19 á tlf 308310 ella á mín lækni (link niðanfyri).
14/10/2023

Nú kann mann bíleggja tíð til koppseting fyri beinkrím og/ella covid-19 á tlf 308310 ella á mín lækni (link niðanfyri).

08/06/2023

Viðtalan er stongd 19/6-16/7 orsakað av summarfrítíð. Eingin avloysari er í viðtaluni hesar vikurnar. Tit kunnu venda tykkum til grannalæknarnar, um tit hava tørv á læknahjálp, sum ikki kann bíða til vit eru aftur úr summarfrítíð.

21/08/2022

Søkt verður eftir 1 sjrfr. til brøk 0,5-0,6 frá 1 sept 2022 ella eftir avtalu. Løn sambært sáttmála.
Viðtalan er í nýggjum hølum í kirkjustræti í Hoyvík, har fýra aðrir kommunulæknar eisini halda til. Í viðtaluni starvast Jeaneth Løkjá, kommunulækni, Elsa Bjørg Jógvansdóttir, sjrfr. umframt útbúgvingarlækni.
Um starvið:
- Spennandi og fjølbroytt arbeiði, har gott samstarv er eitt lyklaorð.
- Uppgávurnar eru m.a. sjálvstøðugar viðtalur við t.d. sjúklingar við kroniskum sjúkum, barnakanningar, koppsetingar, arbeiði í móttøkuni, svara telefon og e-mail og annað fyrifallandi arbeiði.
- Góðir møgulleikar fyri menning við t.d. skeiðum, ið onkuntíð kunnu vera uttanlanda.
Um teg:
- Tú er sjúkrarøktarfrøðingur. Royndir innan almen medicin eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
- Fleksibul og sjálvstøðug/ur.
- Klárar at arbeiða undir trýsti til tíðir.
- Góð samstarvsevni.
Um hetta hevur tín áhuga, so send enduliga eina umsókn og cv til jeanethl@kl.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25 aug. Um tú hevur spurningar um starvið, er tú vælkomin at ringja til mín á 505673 ella at senda ein e-mail.
Jeaneth Løkjá, kommunulækni

Elsa Bjørg Jógvansdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur. Hevur arbeitt í læknaviðtaluni á Strondum inntil jan 2022, tá hon byrja...
21/01/2022

Elsa Bjørg Jógvansdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur. Hevur arbeitt í læknaviðtaluni á Strondum inntil jan 2022, tá hon byrjaði í læknaviðtaluni.

Adresse

Kirkjustræti 2, Niðara Hædd, Til Vinstru
Hoyvík
188

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Kommunulæknaviðtalan hjá Jeaneth Løkjá sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del