08/04/2026
Motorik Mikudagur 🤗
Tá børnini hyggja millum beinini og gera “downward Dog”, so er hetta ein umráðandi mílasteinur í motorisku menningini hjá barninum.
Hetta er venjing, ið antin er ein mílasteinur til at læra seg at grulva, ganga, renna, bóltarút ella at snara sær á meðan tey standa uppi.
Samstundis strekkja tey vøddar, senur og nervar út í nakkanum, rygginum, kokuni og beinunum, ið er við til at fyribyrgja, stívleika tá tey blíva eitt sindur eldri. Tí tað er ein vaksandi trupulleiki, at børn eru ov stív í nakka, ryggi og baklørunum, ið tarnar teimum í gerandisdegnum.
“pædiatriskfysioterapi