07/08/2023
Stríðist tú við angist?
Talgilt skeið
Angist viðgerðar skeið á netinum.
Angist er ein trupuleiki sum rakar alt ov nógv fólk og avmarkar lívsgleðina.
• Hetta skeiði er til tey, ið stríðast við generaliserandi angist, har gerandisdagurin er merktur av angist kensluni, uttan at tú kanska heilt veist hví.
• Hetta skeiði er eisini til tey, ið stríðast við panikangist (ræðsluherindi).
• Vit fara eisini at viðgerða angist, sum er tengt at samveru við onnur, at fara inn í handlar, føðingardagar osv og haravtrat er flogótti viðgjørdur.
Skeiði verður í 8 vikur, og alt tilfarið verður á føroyskum, ið eg havi skapt til endamálið.
Eftir hesar 8 vikurnar, skilur tú títt angist betri, merkir nógv minni ella als einki til tað í gerandisdegnum og hevur fingið eina rúgvu av tólum, at brúka um herindi koma aftur. Eg ynski at tú skal merkja ræði á støðuni og ikki kenna teg hjálparsleysan.
Skrá:
1. Grundleggjandi undirvísing
Fyrsti partur verður grundleggjandi undirvísing í hvat angist er, hvørji sløg eru, hvussu tað kann vísa seg her í Føroyum osv. Neyðugt er at kenna sín trupuleika til fulnar, áðrenn ein fær broytt teir.
2. Mindfulness
Ein partur av viðgerðini hvørja viku verður Mindfulness venjingar ið verða serliga tillagaðar angist trupuleikum. Mindfulness hevur, gjøgnum gransking, víst seg at minka um angist eyðkenni, bæði í tí løtu tú gert venjingarnar og ímillum.
Mindfulness fyri angist fer at hjálpa tær:
· At fáa kroppin í ró
· At taka frástøðu frá angist tonkum
· At rúma tínum trupuleikum betri.
· At kenna vald á støðum, ið vanliga vekja angist.
4. At fáa kroppin í ró.
Eg fari at læra tykkum nógvar venjingar. Eg fari at geva tykkum so nógv tól sum gjørligt, so tað er víst at tú finnur tað rætta fyri teg.
Serliga verða brúktar venjingar úr kognitivari atferðar terapi.
5. Strongd
Strongd økir um angist. Vit fara at tosa um og gera venjingar, ið eru ætlaðar at minka um strongd. Tú fær bæði fyribyrgjandi og viðgerðar amboð í mun til strongd.
6. Svøvnur og annað.
Vit fara eisini at læra nógv um góðar vanar tá ein hevur angist. Vit fara millum annað at læra um hvussu ein fær ein optimalan svøvn, týdningina av góðari sjálvsrøkt og hvussu tú skal skipa títt lív fyri optimala sálarliga heilsu.
7. Broyta tankamynstur
Sum partu av kognitivari terapi fari eg at undirvísa í teimum mest vanligu tankafellunum, ið hava við angist at gera.
Eg fari at læra tykkum at eygleiða, heldur enn at villast í tonkunum.
Eg fari at skjóta upp alternativar tankar og mín hugburð til at bert arbeiða við órasjonellum tankum.
8. Exponering
Tú fert at læra hvussu tú á ein skilagóðan og tryggan hátt, kanst bjóða óttanum av.
9. Panikangist
Tú fert at læra at umganga at fáa panikanføll/herindi.
Skeiði verður uppset so, at tú hvørja viku fær nýtt tilfar. Mesta verður ljóð fílar, har eg tosi um eitthvørt evnið og greiði frá teimum venjingum tit skulu gera. Lítil lesnaður verður.
Av tí at skeiði er yvur 8 vikur.
Skeiði er sera væl hóskandi til fólk á útoyggjum, sjófólk ella tey, ið ikki hava møguleika at møta til viðtalur av aðrari grund. Eingin uppmøting er.
Tilmelding:
Tilmelding fer fram við at flyta 1250 kr á konto 6460 6032259 og viðmerkja navn. Vinarliga send mær eisini eini boð her við tíni teldupost adressu.