Kommunulækni 2 v/ Thomas Berthou

Kommunulækni 2 v/ Thomas Berthou Kommunulæknaviðtala 2 (fyrrverandi viðtala hjá Magnus)- Læknamiðstøðin í Klaksvík

23/03/2026

🐣Upplatingartíðir á páskum🐣

Klinikkin hevur broytt upplatingartíðir um páskirnar og vegna høgtíð er fyrst og fremst raðfest meting av akuttari sjúku.

🕗Upplatingartíðirnar eru hesar:
Mánadagin 30/3: Opið er (telefontíð 8-11)
Týsdagin 31/3: Opið er (telefontíð 8-11)
Miðvikudagin 1/4: Stongt
Hósdagur 2/4-Mánadagur 6/4: Frídagar
Týsdagin 7/4 og frameftir: Opið er (telefontíð 8-11)

Vit ynskja øllum einar gleðiligar og signaðar páskir.🙏🏻

25/02/2026

‼️Klinikkin verður tíverri stongd í dag, 25. februar vegna sjúku. ‼️

🚑 Bráðfeingis fyrispurningar skulu vendast til hinar klinikkirnar í Klaksvíkar/Gøtu/Fuglafjarðar læknadømi.

Sjúklingar, sum hava tíð hjá læknanum, hava fingið fráboðan.

✅Sjúklingar við tíð hjá okkara sjúkrarøktarfrøðingi kunnu framvegis møta til avtalaðu tíð.

24/02/2026

📣Telefontíðin er í dag avmarkað til kl 8-10, tí eingin lækni er í viðtaluni aftana kl 10 í dag.

Um bráðfeingis tørvur er á aftana kl 10, mæla vit til at venda sær til hinar klinikkirnar í læknadøminum (Klaksvík, Gøta, Fuglafjørður).

⭐️Okkara sjálvavgreiðsla er dagførd, og tað ger tað lættari at velja eina tíð, sum hóskar til tín! ⭐️✅Fyrstu ferð tú brú...
11/02/2026

⭐️Okkara sjálvavgreiðsla er dagførd, og tað ger tað lættari at velja eina tíð, sum hóskar til tín! ⭐️

✅Fyrstu ferð tú brúkar nýggju skipanina, skalt tú skráseta teg sum brúkara.

📅Hetta ger tað møguligt at síggja og broyta tínar avtalur hjá okkum, skriva boð um einfaldar heilsuspurningar, og samstundis tryggjar tað tínar persónligu upplýsingar nógv betur!

Vit hava gjørt eina vegleiðing til funkurnar á hesi síðuni:
https://www.care.fo/sjalvavgreisla-nyggj

enn finnur tú okkum á heimasíðuni hjá klinikkini www.care.fo

(Atgongd umvegis landsumfatandi síðuna, MinLaekni, er framvegis møgulig).

Nógv fólk hava krimsjúku við hosta og fepur beint nú, men tørv er oftast ikke at fara til læknan beinanvegin.Tað er pura...
05/02/2026

Nógv fólk hava krimsjúku við hosta og fepur beint nú, men tørv er oftast ikke at fara til læknan beinanvegin.

Tað er pura vanligt, at vit uppliva smittutíðarskeið um veturin, og beint nú eru influensulíknandi smittuvandar sera vanligar.
Tey elva til høgan fepur, ofta 39-40 stig ella meira - serliga hjá børnum.

Samstundis kanst tú hava hosta, pínu í musklum, høvuðpínu og ilt í hálsinum.

Um tú ikki erst lungasjúk frammanundan, kanst tú bíða við at kontakta lækna og linna pínu og fepur við medisin í hondkeyp sum t.d Panodil.

Sjúkan kann lættliga vara í 7 dagar ella meira, men um tú hevur trupult við at anda í hvíld ella gerst so veik, at tað er trupult at drekka vætu, skalt tú fara til lækna.
Sama er galdandi, um tú longu hevur astma ella lungnasjúku. Tú kanst síggja meira á hesi síðuni, har eitt stutt video sigur frá um at hava hosta:

Se video: Hoste, lægen fortæller, hvilke symptomer du skal være opmærksom på.

23/12/2025

Vit ynskja tykkum øll ein gleðileg jól❤️

28/11/2025

Vegna sjúku eru bert starvsfólk við telefonina frá kl 8-10 fríggjadagin. Samband ber tó til fra 10-11 men roknast máa við bíðitíð.

Eisini ber til at bíleggja fast medisin umvegis heimsíðina www.care.fo

19/11/2025

Gg!

Telefontíð er mikudagin, hósdagin og fíggjadagin hesa vikuni broyt til kl. 9-11. Til ber herumframt at bíleggja tíð ella resept uppá vanlig medisin umvegis heimasíðuna www.care.fo

31/10/2025

💻Eitt landsumfatandi tøkniligt slit órógvar í løtuni okkara telduskipanir og vit megna tí ikki at svara telefonfyrispurningum í løtuni.
Vit arbeiða við at rætta feilin!🙏🏻
Halda okkum tilgóðar...

27/10/2025

TILBOÐ TIL BARNAKONUR UM KOPPSETING FYRI RS-VIRUS
Nú kunnu barnakonur í Føroyum fáa ókeypis koppseting fyri RS-virus. RS-virus er ein smitta í andaleiðini og hevur aloftast við sær mild sjúkutekin eins og krím. Í nøkrum førum kann RS-virus elva til álvarsliga sjúku, serliga hjá pinkubørnum.

Tá ið barnakonur koppsettar, verða andevni førd víðari til barnið. Soleiðis verður barnið vart móti sjúkuni fyrstu mánaðirnar eftir føðing, tá ið barnið er serliga viðbrekið.

Barnakonur kunnu fáa ókeypis koppsetingina fram til 31. januar 2026. Koppsetingin verður vanliga gjørd hjá kommunulæknanum í viku 32 av viðgongutíðini.

Endamálið er at verja minstu børnini, serliga um veturin, tá RS-virus oftast ger um seg. Mælt verður til, at allar barnakonur taka av tilboðnum.

Meira kunning um koppseting fyri RS-virus fæst við at venda sær til egnan kommunulækna.

19/10/2025

💻Sjálvgreiðslan til bílegging tíð ella endurnýggjan av heiluvág er nú opin aftur eftir feriuna. 🍂

🏥Vit verða aftur í Læknamiðstøðina í morgin, mánadagin 20. oktober frá kl. 8:00

‼️Gevið gætur, at sjálvavgreiðslan ikki er egnað til fyrispurningar viðvíkjandi akuttum sjúkum!
Brúka heldur telefontíðina kl 8-11, um tín fyrispurningur skal avgreiðast sama dag.

📣GG!!Okkara sjálvavgreiðsla hevur tíverri ikki virkað sum ætlað frá hóskvøldinum 9/10 til í dag, leygardagin 11/10. Hett...
11/10/2025

📣GG!!
Okkara sjálvavgreiðsla hevur tíverri ikki virkað sum ætlað frá hóskvøldinum 9/10 til í dag, leygardagin 11/10.

Hetta hevur havt við sær, at boð og medisinbíleggingar væntandi ikki verða avgreiddar. 🤕

⛓️‍💥Funktiónin riggar væntandi aftur tá vit lata upp frá heystfrítíðini 20/10.

Vit biðja um umbering fyri ómakin!

🍂Heystfrí 10-19 okt. 2025

📣Viðtala 2 er stongd frá 10-19 oktober. Bíleggingar til vanliga medisin ella tíðir til kanningar kunnu gerast áðrenn feriuna umvegis heimasíðuna ella telefon 66 33 00 (kl. 8-11).

🚑Er bráðfeingis sjúka í feriuni, vísast til hinar klinikkirnar í læknadøminum, sum eru við í heilsumiðstøðini í Klaksvík, í Gøtu og í Fuglefirði.

⚠️GG! Hesar klinikkir kunnu ikki væntast at bíleggja stillandi/sterkan medisin ella metingar av sjúkum, sum ikki eru akuttar.

🖥️Á heimasíðu okkara kanst tú bíleggja heilivág og tíðir til kanningar bæði áðrenn og aftana feriuna.

❤️‍🩹Vit ynskja øllum eina virkna og góða heystfrítíð!

(Billede: Vitlíka)

Adresse

Við Sandin
Klaksvík
700

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:00 - 16:00

Telefon

+298663300

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Kommunulækni 2 v/ Thomas Berthou sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del