Klaksvíkar Sjúkrahús

Klaksvíkar Sjúkrahús Vælkomin til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri til LandssjúkrahúsiðHeilsu- og orkumálaráðið søkir eftir einum dugnali...
30/04/2026

Forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri til Landssjúkrahúsið

Heilsu- og orkumálaráðið søkir eftir einum dugnaligum og framskygdum stjóra at standa á odda fyri føroyska sjúkrahúsverkinum. Starvið fevnir bæði um ábyrgdina sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sum sjúkrahússtjóri fyri Landssjúkrahúsið.

Um Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Samanlagt eru 169 sengur, umleið 1.200 ársverk og ein árligur rakstur á umleið 1,2 mia. kr. Í Sjúkrahúsverkinum eru árliga umleið 12.000 innleggingar, 130.000 ambulantar viðgerðir, 5.000 skurðviðgerðir umframt 1.900 sjúklingar í viðgerð uttanlands.

Sjúkrahúsverkið hevur ein týðandi leiklut í føroyska heilsuverkinum og samstarvar við sjúkrahús uttanlands og við konsulentar innan ymiskar sergreinar, sum regluliga arbeiða í Sjúkrahúsverkinum. Samstundis stendur heilsuverkið yvir fyri vaksandi krøvum, tøkniligari menning, tørvi á fakligari sergreining og avmarkaðum tilfeingi.

Sum forstjóri hevur tú evstu leiðsluábyrgdina av samlaða sjúkrahúsverkinum og skal virka fyri at tryggja eina greiða strategiska kós, fakliga menning og burðardyggan rakstur. Tú skal saman við leiðslutoyminum menna eitt sterkt og samanhangandi sjúkrahúsverk, har uppgávur, førleikar og tilfeingi verða gagnnýtt á skilagóðan hátt.

Les meira um Sjúkrahúsverkið á sjukrahus.fo.

Starvið
Starvið fevnir um bæði yvirskipaða og dagliga leiðslu. Sum forstjóri ert tú sambindingarlið millum Sjúkrahúsverkið og Heilsu- og orkumálaráðið og hevur ábyrgd av strategiskari menning, fíggjarstýring og starvsfólkapolitikki. Tú hevur ábyrgd av at menna øll trý sjúkrahúsini – við hvør sínum profili.

Sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum hevur tú beinleiðis ábyrgd av virkseminum, herundir tryggja dygd, sjúklingatrygd, framdrift og væl skipað arbeiðsviðurskifti.

Dentur verður lagdur á:
▪ at styrkja fakliga góðsku og samanhang í viðgerðartilboðum
▪ at menna greiðar raðfestingar og haldføra fíggjarstýring
▪ at tryggja rekruttering og menning av heilsustarvsfólkum
▪ at menna og styrkja samstarv, bæði innanlands og uttanlands
▪ at leiða broytingar og tillagingar í einum øki í støðugari menning
▪ at tryggja samanhangandi sjúklingagongdir

Um teg
Tú hevur kandidatútbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta. Tú hevur hollar leiðsluroyndir, og eina greiða heildarfatan av, hvussu ein almennur stovnur verður stýrdur og mentur.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í virksemið og stýring á heilsuøkinum, herundir fíggjarstýring og heilsubúskap. Tú kennir treytirnar í politiskari fyrisiting og dugir at virka trygt og skilagott í almennum og politiskum umhvørvi, har ymisk atlit og áhugamál skulu javnvigast.

Sum stjóri ert tú savnandi og álitisvekjandi. Tú dugir at taka greiðar og væl grundaðar avgerðir, seta eina felags strategiska kós og tryggja framdrift og úrslit – eisini tá treytirnar eru torgreiddar ella broytingar eru fyri framman. Tú hevur mennandi leiðsluhátt og dugir at menna bæði leiðarar og starvsfólk.

Tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni, góðar samskiftis- og semjuførleikar og dugir at umboða stovnin á ein virðiligan, greiðan og sannførandi hátt. Eisini hevur tú evni at seta í verk fyriskipanir og tryggja, at ætlanir verða førdar út í lívið.

Setanarviðurskifti
Starvið er áramálssett í 5 ár við møguleika fyri leingjan í upp til 3 ár.

Starvið er lønt sambært 39. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins umframt áramálsviðbót. Eftirlønargjaldið er 15% av grundløn og áramálsviðbót.

Setanarøkið er Heilsu- og orkumálaráðið og stovnar undir tí. Forstjórin vísir til aðalstjóran í Heilsu- og orkumálaráðnum. Stjórin skal tola broytingar í starvsinnihaldinum.

Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Heilsu- og orkumálaráðið á homr@homr.fo í seinasta lagi tann 21. mai 2026. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, á telefon 734002.

Leiðari til teknisku- og maskindeild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 🌱Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir einum dugnaligum og ágrýt...
24/04/2026

Leiðari til teknisku- og maskindeild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 🌱

Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til teknisku- og maskindeildina at byrja 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú gott handalag, dugir væl at tilrættaleggja viðlíkahaldsarbeiði, og hevur tú royndir við at ráðleggja og íverkseta verkætlanir í samstarvi við innanhýsis starvsfólk og uttanhýsis partar, eitt nú Landsverk ella byggiveitarar. So er hetta møguliga starvið fyri teg.

Um starvið 🌿

Talan er um eitt leiðandi starv við beinleiðis tilvísing til sjúkrahússtjóran. Sum leiðari kemur tú at hava tætt samstarv við allar deildir á sjúkrahúsinum og kemur at arbeiða saman við dugnaligum og royndum starvsfólkum.

Tú hevur ábyrgd av dagliga rakstrinum og viðlíkahaldi av bygningum, bygningslutum og tekniskari útgerð. Harumframt kemur tú at hava tætt samstarv við Landsverk, sum hevur høvuðsábyrgdina av almennum bygningum í Føroyum.

Harumframt fevnir starvið um at:

• hava dygdargóða starsfólkaleiðslu
• leiða og samskipa verkætlanir í sambandi við umvæling og nýgerð
• góðskutryggja maskinur og útgerð, umframt at hava eftirlit við uttanhýsis tænastuveitarum
• samskipa og fremja viðlíkahald og umvæling av maskinum, el- og tekniskari útgerð
• umsita og viðlíkahalda hitamiðstøð, ventilatións- og luft-/gassskipanir
• loysa ymisk fyrifallandi arbeiði innan deildina

Um teg 🌿

Vit vænta, at tú:

• ert ábyrgdarfull(ur) og góðskutilvitað(ur)
• hevur góð samstarvsevni og dugir at leiða starvsfólk
• ert skipað(ur) og dugir væl at leggja arbeiðið til rættis
• hevur fíggjarligt hegni og skil fyri raðfestingum
• tolir at arbeiða undir trýsti av og á
• ert opin fyri eftirútbúgving, bæði í Føroyum og uttanlands
• ert sinnað(ur) at taka lut í tilkallivaktarskipan

Førleikar 🌿

Umráðandi er, at tú:

• útbúgving sum maskinmeistari
• hevur góðar tekniskar førleikar og hollar arbeiðsroyndir
• hevur royndir við verkætlanarleiðslu og samskipan
• hevur koyrikort

Klaksvíkar Sjúkrahús nýtir CTS-stýrisskipan.

Lønar- og setanartreytir📑

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið. Starvið er flokkað í lønarflokki 18.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

• Regin Olsen, fráfarandi leiðara, tlf. 214480
• Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, tlf. 288922

Umsókn 📍

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 20. mai 2026.

Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Sjúkrarøktarfrøðingur til seingjardeildina KS3 🌱Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til seingjardeildina. Talan er um...
17/04/2026

Sjúkrarøktarfrøðingur til seingjardeildina KS3 🌱

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til seingjardeildina. Talan er um eitt fast starv á lønarbrøk 0,8 frá 01.07.26 ella eftir avtalu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Seingjardeildin er ein blandað medisinsk og kirurgisk deild við 22 seingjarplássum, sum veitir kanning, viðgerð og sjúkrarøkt. Á deildini er eisini dagskurður og viðrakning.

Á seingjardeildini hava vit visjónir um eitt høgt fakligt støði í sjúkrarøkt og umsorgan til
sjúklingarnar og avvarðandi. Vit arbeiða tvørfakligt við eini rehabiliterandi tilgongd og við virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Fyri at sjúklingurin skal fáa eina góða sjúklingagond, verður veitt frálæra, stuðul og umsorgan, bæði til sjúklingin og til tey avvarðandi. Í mun til doyggjandi sjúklingar, stremba vit eftir at tryggja umstøður til ein virðiligan deyða, eins og avvarðandi fáa umsorgan og stuðul í mun til tørv teirra.

Tað verður lagdur stórur dentur á, at tað í øllum toymum verður veittur tvørfakligur innsatsur. Tí hevur seingjardeildin tætt samstarv við aðrar fakbólkar í húsinum, sum eru við til at tryggja sjúklinginum eina optimala og dygdargóða sjúklingagond.

Vit kunnu bjóða:
- eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjøltáttað starv
- upplæring við útgangsstøði í tínum fakligu førleikum og royndum
- fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar, við góðum sosialum samanhaldi
- vit hava fokus á at hava ein jaligan hugburð, sum ávirkar trivna og góða sjúklingagongd.

Førleikar:
- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- royndir frá skurð- og medisinskari deild er ein fyrimunur
- áræði, góð samstarvsevni og fleksibilitet
- fakligan áhuga innan endurvenjing
- áhuga innan vegleiðing av lesandi
- eitt opið og jaligt sinni
- góðan telduførleika.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran, Ingrid Petersen, tlf. 265935, ella teldupost: ingpe@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 06.05.2026.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og
Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk
innan 30 ymiskar fakbólkar.

SKEIÐ VIÐ FOKUS Á HEMIPARETISKU ØKSLINA OG DROPFÓT 🌱Nicki Møller Larsen, ið er serfrøðingur í neurologiskari fysioterapi...
15/04/2026

SKEIÐ VIÐ FOKUS Á HEMIPARETISKU ØKSLINA OG DROPFÓT 🌱

Nicki Møller Larsen, ið er serfrøðingur í neurologiskari fysioterapi, kemur til Føroyar og hevur skeið 7-8 maj 2026.

Talan er um tvey skeið á ein dag hvør. Møguleiki er fyri at tekna seg til ein dag ella báðar dagarnar.

Árliga eru millum 120-130 fólk, sum fáa apopleksi og fylgir av hesum. Ein stórur partur av teimum kunnu fáa avbjóðingar við økslini og dropfóti.

Tað vísur seg at gagna sjúklingum framúr, tá tað tvørfakliga toymið, sum er rundan um sjúklingin, fær grundleggjandi førleikar og vitan um hesi avbjóðandi økir.

7 maj – Dagur 1 📍

Skeið um hemiparetisku økslina

Skeiðsinnihald:

- Anatomi og viden om den hemiparetiske skulder.
- Viden om evidensgrundlaget for træning af armen samt armens kompleksitet.
- Systematik i den kliniske undersøgelse og ræssonering til rette behandlingsvalg.
- Viden om valg af målemetoder til styring af rehabiliteringsprocessen.
- Prognose og evidens for træningsmængden til OE.
- Hvordan sikrer vi at borgeren er aktiv derhjemme.
- Hvilke behandlingsredskaber er der pt. som mulighed.

8 maj - Dagur 2 📍

Dropfod med vinkel på træning, dropfodsløsninger samt hvilke muligheder er der for senetranspositioner.

Skeiðsinnihald:

- Dropfod med anatomi
- Hvilke træningsmuligheder er der specifikt til dropfod og andre vigtig muskelgrupper
- Hvilke optimale dropfodsskinneløsninger er der pt.
- Hvad kan vi ellers gøre, hvis skinner og anden behandling ikke virker
- Senetransposition hvad er det?
- Cases fra praksis

PRAKTISKAR UPPLÝSINGAR 📍

MÁLBÓLKUR: Ergoterapeutar og fysioterapeutar.

STAÐUR: Skeiðið verður hildið í fimleikasalinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

KOSTNAÐUR: 2.200 kr. pr. dag fyri undirvísing, tilfar og kost.

TILMELDING: Send ein t-post við fulla navni, tel. og t-postadressu til: poube@ks.fo.

Hevur tú spurningar til undirvísingina, kanst tú seta teg í samband við Poula Dulavík Berg á telefon 235475.

TILMELDINGAR FREIST
Freistin at melda seg til skeiðið er 1 maj.

EITT SINDUR UM UNDIRVÍSARIN 🌱

Nicki er eigari av NeuroRehab, sum liggur í Brønderslev. Hann hevur 12 ára royndir sum fysioterapeutur á Neuroenhed Nord, Brønderslev við drúgvum rehabiliteringsforløbum av sjúklingum eftir blóðtøpp ella bløðing í heilanum. Góðkendur klinikari í neurologisk fysioterapi. Hann hevur master í neurorehabilitering og er supervisor á Neurocenter Østerskoven. Harumframt hevur Nicki 4 ára royndir frá UCN Nordjylland – Undirvísing í neurologi. Hann starvast sum konsulentur í Nordic Neurostim, har hann hevur verði við í menningini av elterapi tólinum INCEDO.

Trý nýggj starvsfólk á Tænastudeildini 🌱Vit eru fegin at kunngera, at trý nýggj starvsfólk nú byrja á Tænastudeildini: H...
09/04/2026

Trý nýggj starvsfólk á Tænastudeildini 🌱

Vit eru fegin at kunngera, at trý nýggj starvsfólk nú byrja á Tænastudeildini: Helena Kallsberg og Kristina Gaardlykke, sum koma at arbeiða við reingerð á skurðgongini, og Jastrid Gullaksen, sum tekur við sum leiðari á tænastudeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku 🌸

Føðsluatstøðari (farloyvisstarv) 🥕Dámar tær væl at arbeiða, ert vælvirkin og ynskir at gera góðan og føðslurættan mat, s...
13/03/2026

Føðsluatstøðari (farloyvisstarv) 🥕

Dámar tær væl at arbeiða, ert vælvirkin og ynskir at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað tær vit leita eftir.

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum føðsluatstøðara í farloyvisstarv
frá 01. mai 2026 til 31.desembur 2026. Arbeiðstíðin er 36 tímar um vikuna.

Vit leggja okkum eftir at veita góða tænastu og kostrøkt til øll okkara viðskiftafólk.

Arbeiðsuppgávur eru í høvuðsheitum:

matframleiðsla, fyrireiking, ráðlegging og pakking fremja innaneftirlit, vørumóttøka og daglig reingerð borðreiða og vegleiða um máltíðirnar, ið køkurin bjóðar á seingjardeildini, tá ið tørvur er á tí.

Førleikarkrøv:

prógv sum føðsluatstøðingur ella líknandi kostfakliga útbúgving.
starvsroyndir frá stovnskøki og diætarbeiði kann vera ein fyrimunur
góð samstarvs- og samskiftisevni
ert kreativ/-ur og dugir at síggja møguleikar

Vit bjóða:

ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum
eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri menning, nýhugsan og nýskapan
innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum

Løn og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Herdis E. Petersen, deildarleiðara í køkinum, á tlf. 404583 / 404581 (mána– til fríggjadag ímillum kl. 07.00-15.00) ella á teldupostadressu: herel@ks.fo

Umsókn, saman við CV og prógvum, skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 16.03.26 📍

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og
Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk
innan 30 ymiskar fakbólkar.

Ítróttarkirurgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 🌱Jón Martin Clementsen, ortopedkirurgur við sergrein innan ítróttarkirurgi, sum...
11/03/2026

Ítróttarkirurgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 🌱

Jón Martin Clementsen, ortopedkirurgur við sergrein innan ítróttarkirurgi, sum fevnir um skaðar í knøum, akslum og øðrum liðum, er nú fastur lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Jón hevur nomið sær læknaútbúgving í Danmark og hevur starvast á Regionshospitalet Silkeborg, Nykøbing Falster Sygehus, Hvidovre Hospitali og á Landssjúkrahúsinum. Eitt tíðarskeið var hann
eisini liðlækni hjá A-landsliðnum í fótbólti hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Ítróttarkirurgi er eitt týdningarmikið serøki, og vit síggja alsamt fleiri ítróttarfólk – og eisini fólk við kropsliga krevjandi arbeiði – sum hava tørv á útgreining, viðgerð og ráðgeving í sambandi við ítróttarskaðar og aðrar líknandi skaðar.

Til dagligt kemur Jón at arbeiða tætt saman við fysioterapeutum, sjúkrarøktarfrøðingum, læknaskrivarum og øðrum fakbólkum á sjúkrahúsinum fyri at tryggja eina samanhangandi og góða viðgerð til sjúklingarnar.

Harumframt verður arbeiðið innan ortopedi samskipað tætt millum sjúkrahúsini, har ortopedarnir regluliga samskipa og sparra sínamillum. Samskipan og faklig sparring millum læknar í Sjúkrahúsverkinum er nú vorðin ein natúrligur partur av arbeiðinum, eftir at Sjúkrahúsverkið hevur fingið felags visitatión innan ortopedi (ein felags bíðilista). Ortopedi fevnir m.a. um mjødn, knæ, rygg, øksl, hond og fót.

Hetta merkir, at okkara dugnaligu ortopedar í Sjúkrahúsverkinum arbeiða út frá sama bíðilista. Við tvørgangandi samskipan og fakligari sparring arbeiða okkara læknar í Sjúkrahúsverkinum fram ímóti, at borgarar fáa eina góða og javna tænastu, óansæð hvar í landinum teir hava bústað.

Klaksvíkar Sjúkrahús ynskir Jóni hjartaliga vælkomnum og gleðir seg til samstarvið og til at menna tænastuna víðari saman ⭐️

Petö-endurvenjingarskeið 2026 🌱Várskeiði í 2026 verður í viku 15, 16 og 17Endurvenjingarskeiðið er fyri børn, við CP og ...
09/03/2026

Petö-endurvenjingarskeið 2026 🌱

Várskeiði í 2026 verður í viku 15, 16 og 17
Endurvenjingarskeiðið er fyri børn, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum, í aldrinum 0 til 14 ár.

Endamálið er, at børn innan hendan málbólk fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur fyri at betra um, ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.

Treytin fyri luttøku er, at barnið hevur CP ella aðrar kropsligar avbjóðingar.

Venjingarnar eru 2 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna, í 3 vikur.

Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til venjingarnar. Ynskiligt er at tey, ið eru um barnið dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum, sum barnið eftirfylgjandi kann gera dagliga.

Venjingarnar ganga fyri seg í bólkum og tí er neyðugt, at børnini megna at arbeiða í bólki.

Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið og miðað verður ímóti, at børnini á ein stuttligan hátt við sangi, spæli og rørslum, kunnu betra um teirra rørslutarn.

Tilmeldingarfreistin er 23. mars 2026

Tit eru vælkomin at ringja 235467 um yvamál eru.

8. mars – Altjóða kvinnudagur 🌸Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi arbeiðir ein stórur og dugnaligur hópur av kvinnum við eini breið...
08/03/2026

8. mars – Altjóða kvinnudagur 🌸

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi arbeiðir ein stórur og dugnaligur hópur av kvinnum við eini breiðari viftu av vitan, fakligheit, ábyrgd og umsorgan.

Hvønn einasta dag, taka tær avgerðir, nýta sínar førleikar og tryggja, at sjúklingar fáa góða og rætta viðgerð og tænastu.

Hesar dygdir síggja vit týðiliga í tí stóra, men eisini í tí stilla og dagliga arbeiðinum, sum ofta fer fram uttan nógv orð.

Í dag vilja vit heiðra tær – og takka fyri tað megnar arbeiði, tær gera hvønn dag.

Góðan altjóða kvinnudag.

Skýlið til Sjúkraflutningstænastuna – ein verkætlan, sum ger stóran mun 🚑Fyri jól fór byggifyritøkan KBH undir byggiverk...
06/03/2026

Skýlið til Sjúkraflutningstænastuna – ein verkætlan, sum ger stóran mun 🚑

Fyri jól fór byggifyritøkan KBH undir byggiverkætlanina Skýlið til sjúkraflutningstænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Nú er tann tyngsti parturin av arbeiðinum avgreiddur, sum millum annað fevnir um tey stóru betongelementini.

Hetta hevur ikki verið ein bara-bara uppgáva, tí millum annað fevnir tekjan um seks betongelementir, har hvørt betonelement vigar 5,5 tons.

Í dag skipaði Landsverk, sum er byggiharri, fyri reisigildið, sum varð hildið fyri handverkarum, ráðgevum og okkum á sjúkrahúsinum.

Arbeiðið er nú væl ávegis, og gongst alt sum ætlað, verður skýlið til sjúkrabilarnar liðugt í mai.

Regin Mortensen, ambulansaviðgeri, sigur, at hetta er ein fantastisk verkætlan, tí hon fer at bøta um trygdina hjá bæði sjúklingum og ambulansaviðgerum, tá ið sjúklingar verða fluttir út og í sjúkrabilin. Við nýggja skýlið koma tey at standa í lívd fyri vindi og regni, og tað ger arbeiðsumstøðurnar bæði tryggari og betri.

Harumframt skal nýggja skýlið hýsa sjúkrabilum, og eitt lítið goymslurúm verður eisini gjørt til amboð og dekk hjá sjúkraflutningstænastuni.

Vit øll á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fegnast um arbeiðið og gleða okkum at kunna taka skýlið í nýtslu.

Í dag hevur Klára Solmunde, anæstesisjúkrarøktarfrøðingur, 25 ára starvsdag á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 💐Dagurin varð hátíða...
06/03/2026

Í dag hevur Klára Solmunde, anæstesisjúkrarøktarfrøðingur, 25 ára starvsdag á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 💐

Dagurin varð hátíðarhildin við morgunmati og hugnaligari samveru saman við góðum starvsfeløgum.

Vit á Klaksvíkar Sjúkrahúsi takka Kláru hjartaliga fyri trúgva tænastu og stóra íkastið til sjúkrahúsið.💪

Hug at arbeiða á KS 👇
26/02/2026

Hug at arbeiða á KS 👇

Starvsfólk til reingerð 🌿

Søkt verður eftir einum starvsfólki til fast starv, áljóðandi 28 tímar um vikuna, til setan skjótast gjørligt.

Starvið er á Tænastudeildini, meðan starvsstaðurin er á skurðgongini, KS 2. Starvið fevnir um reingerð á deildini gerandisdagar, tó kunnu broytingar koma fyri, alt eftir aktiviteti á deildini.

Vit vænta, at tú:

• hevur royndir við reingerð
• hevur góðan røkjuskap og gongur høgt upp í reinføri
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• ert fleksibul í mun til at tilpassa arbeiðsuppgávurnar til annan aktivitet
• ert fleksibul við tíð, summir dagar kunnu verða langir
• ert jalig/ur og tænastusinnað/ur.

Vit bjóða:

• eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum
• ein skiftandi arbeiðsdag í einum góðum og skipaðum umhvørvi
• innleiðslu og upplæring.

Vilt tú vita meira um starvið?
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karlu Victorsdóttir Joensen, deildarleiðara á Tænastudeildini, á teldupost: karvj@ks.fo ella telefon: 235470.

Tín umsókn og løn 📑
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Umsókn og CV skal sendast til umsokn@ks.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsóknarfreistin er 26.02.2026 📍

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Klaksvíkar Sjúkrahús.

Adresse

Sjúkrahúsbrekka 1
Klaksvík
700

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Klaksvíkar Sjúkrahús sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Klaksvíkar Sjúkrahús:

Del

Um Klaksvíkar Sjúkrahús

Í 1898 varð fyrsta sjúkrahúsið bygt í Klaksvík. Norðoyggjar høvdu síðani 1871 havt læknahús á umleið sama stað har læknahúsini standa ídag. Her búði økislæknin, ið røkti allar Norðoyggjar. Norðoyingar vildu meira enn eitt læknahús og ynski um eitt sjúkrahús lá frammarlaga. Sjúkrahúsið skuldi serliga hýsa sjúklingum, ið vórðu komnir av útoyggj og sjúklingum, ið vóru ov vánaligar til at vera heima við hús.

Eystari/norðari parturin av Eysturoynni tók lógvatak saman við Norðoyingum og innsavnan av peningi fór ígongd mitt í 1890’unum. Stóri ígongdsetarin av tiltakinum var læknin Bartsch, sum starvaðist sum økislækni í Norðoyggjum frá 1891 til 1898.

Tá sjúkrahúsið byrjaði sítt virksemi á sumri í 1898, vóru allar rokningar longu goldnar og peningur eftir á kistubotninum til at keypa tilfar og mat, ið skuldi nýtast á sjúkrahúsinum.

Mangt er hent á sjúkrahúsøkinum í farnu øld og fram til ídag. Nýggjasti parturin av sjúkrahúsinum er frá fyrst í 1960'unum við tilbygningi í 1988. Fyrst í 1980'unum varð Norðoya Røktarheim tikið í nýtslu. Heimið er bygt afturat sjúkrahúsinum og fekk sjúkrahúsið tá saman við røktarheiminum betri umstøður á fleiri økjum, m.a. stórkøk, goymslur, kapell, felagshøli o.s.v.