Sálarfrøðingur, Tóra Lützen

Sálarfrøðingur, Tóra Lützen Eg veiti sálarfrøðiliga viðgerð og ráðgeving til einstaklingar, familjur, børn og ung.

At vera góður við seg sjálvan økir um sjálvsviðrið, tí tað stuðlar eini positivari sjálvsmynd og minkar um sjálvkritikk....
09/04/2025

At vera góður við seg sjálvan økir um sjálvsviðrið, tí tað stuðlar eini positivari sjálvsmynd og minkar um sjálvkritikk.
Tað kann minka um angist og tunglyndis eyðkenni og hjálpa okkum at handfara strongd.

Áhugavert tiltak í Norðbio fríggjadagin. Eg fari m.a at tosa um sálarheilsu, og hvussu eg arbeiði. Kom framvið!
23/02/2022

Áhugavert tiltak í Norðbio fríggjadagin. Eg fari m.a at tosa um sálarheilsu, og hvussu eg arbeiði.
Kom framvið!

Fyrr ella seinni í lívinum uppliva vit øll mótgongd, strongd ella trupulleikar, ið kunnu tykjast torførir at handfara.Er...
20/02/2022

Fyrr ella seinni í lívinum uppliva vit øll mótgongd, strongd ella trupulleikar, ið kunnu tykjast torførir at handfara.
Er okkurt, ið tú vilt vita meira um? Ella hevur tú bert hug til eitt óbindandi prát? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg her 👇👇

Hevur tú tørv á at snakka við ein sálarfrøðing? So kann eg hjálpa tær.

Hevur tú tørv á at tosa við ein  sálarfrøðing? So kann eg hjálpa tær. Míni arbeiðsøki eru millum annað:• Tunglyndi • Str...
02/02/2022

Hevur tú tørv á at tosa við ein sálarfrøðing? So kann eg hjálpa tær.
Míni arbeiðsøki eru millum annað:

• Tunglyndi
• Strongd
• Angist
• Parterapi

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg á tel. 27 08 87 ella tora.lutzen@mail.fo

Er okkurt, ið tú stríðist við í gerðandisdegnum, vilt vita meira um, ella hevur tú bert hug til eitt óbindandi prát, ert...
18/08/2019

Er okkurt, ið tú stríðist við í gerðandisdegnum, vilt vita meira um, ella hevur tú bert hug til eitt óbindandi prát, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

tora.lutzen@mail.fo
Tlf:270887

Í næstum letur upp nýtt virksemi í Nólsoyar Pálsgøtu 1, har høvi verður til at leita sær sálarliga hjálp, hjá teimum ið berjast við sálarligum trupulleikum í gerðandisdegnum, ella til tey ið vilja menna nakrar førleikar innan eitt nú arbeiði ella ítrótt.

Adresse

Káargøta 32
Klaksvík
700

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sálarfrøðingur, Tóra Lützen sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Sálarfrøðingur, Tóra Lützen:

Del

Góðu vitjandi,

Eg eri útbúgvin sálarfrøðingur (Cand. Psych) frá Syddansk Universitet.

Eg taki støði í metakognitivari og kognitivari atferðar viðgerð, sum eru viðgerðarhættir ið hava víst seg at vera sera effektivir. Samrøðurnar byrja altíð við, at vit saman finna rætta viðgerðarháttin.

Metakognitiva tilgongdin byggir á 30 ára gransking, um hvussu heilin viðgerð upplýsingar. Sinnistrupulleikar kunnu standast av, at fólk gerast føst í einum neiligum tankamynstri. Hetta elvir ofta til tíðarkrevjandi stúran, grundan og undanførslu. Í metakognitivari viðgerð lærir tú tískil at fáa tamarhald á neiligari hugsan við hjálp av venjingum og amboðum.