Ein roykjari í dag fær støðugt at vita hvussu heilsuskaðiligt tað er at roykja. Ikki longur bert frá læknanum, men nú eisini á siggarettpakkanum. Allarhelst ynskja flestu roykjarir at leggja vanan frá sær, men hetta vísir seg at vera nógv ringari enn væntað. Ein av trupulleikunum er, at roykjarin dámar at roykja og hevur í veruleikanum ikki heilt hug at bróta vanan, tó tilboðini um avvenjing eru n
ógv. nikotinplástur, nikotintyggigumm og enntá elektroniskar siggarettir. Trupulleikin við plástrunum og tyggigummiunum er, at roykjarin vantar bæði sálarliga og kroppsliga stimulansin, ið ynskist, samt at elektronisku siggarettirnar hava mangul á nikotin, og at roykurin kennist meira sum at anda inn pulvur enn at anda royk. Tískil eru flestu tilboð bara ”tað næstbesta”, meðan sjálva siggarettin verður verandi best. Fyri síðan at veita roykjaran hetta besta, ynskir fyritøkan at kunna marknaðin um ein alternativan royk. Produktið er ein pípa, sum verður nýtt uttan tubbak. Talan er um at nýta sonevndar ”steam-stones” í staðin fyri tubbak, og harvið veita eitt sunnari alternativ til gerandis roykjaran. Vit kenna upprunaliga ”steam-stones” frá damp-baðum. Her verða dampsteinarnir lagdir omaná kol, fyri at veita ein reinsandi damp. Í 2010 var prinsippið tó yvirført til vatnpípuna, til endamáls at veita eitt sunnari alternativ, enn tað áður nýttað vatnpíputubbakið. Talan er um at skapa eitt nýtt slag av pípu, ið verður marknaðarført sum Steam-Pipe. Steam-Pipe sær út sum ein vanlig pípa, og verður nýtt á næstan sama hátt. Pípan og dampsteinarnir verða seld hvør sær, og tískil er bert neyðugt at keypa pípuna einaferð, meðan steinarnir mugu endurnýggjast so við, sum teir eru brenna út. Mett verður, at hvør steinur kann nýtast umleið tríggjar ferðir. Steam-Pipe er bygd útfrá vatnpípuni, og er í veruleikanum ein minimerað vatnpípa. Orsøkin til júst hetta er, at dampsteinarnir tørva vatn, og tískil ber ikki til at nýta eina vanliga pípa aftur við dampsteinunum. Tubbaksprísurin seinastu árini hevur verið hækkandi. Orsøkin til høga prísin er júst, at tað er sera heilsuskaðiligt og endar oftast við at kosta landinum nógvar pengar í skap av heilsusjúkum. Fyritøkan bjóðar eitt bíligari alternativ, bæði í mun til siggarettir o.a. tubbak og samstundis eisini til heilsuverkið. Í fylgi WHO eru í dag uml. 1,1 mia. roykjarir ring allan knøttin og hvørt ár verða um 6 mió. tons av tubbakið roykt á ymsum hættum, her av siggarettir, pípur o.a., og tískil eru nógvir pengar at spara við Steam-Pipe.