22/09/2023
Hósdagin 14. septembur 2023 byrjaðu osteoporosuvenjingarnar hjá FysioFøroyum aftur💪
Vit venja týsdag og hósdag frá kl. 13.45 - 14.45.
Vit venja í venjingarsalinum í Vælveru Fitness, Heykavegur 6, 100 Tórshavn.
Í løtuni er tað 1 lið, ið venur. Pláss er fyri nøkrum luttakarum afturat 👍
Um hettar er viðkomandi fyri teg, er bara at seta teg í samband við okkum á tlf. 312131 ella umvegis teldupost okkara fysioterapi@fysioterapi.fo
Vælkomin at deila 🙂
Sí meira kunning um evnið niðanfyri👇
Venjingar til fólk við osteoporosu / beinbroyskni.
Um tú hevur fingið staðfest osteoporosu / beinbroyskni og hevur brúk fyri meira kunning, viðgerð og venjingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á Havnar Fysioterapi.
Viðgerðartilmælini eru rættur heilivágur, rættur kostur og røtt venjing.
Hettar ljóðar kanska ikki ókent, men m.a. viðvíkjandi venjing er boðskapurin, at um venjingin er vælskipað, kunnu fólk við beinbroyskni nógv meira enn áður tilmælt. Tó skulu fyrivarni takast alt eftir hvat beinagrindstøðan er hjá hvørjum einkultum.
Tað kann vera alt frá einari ungari post-menupausalari kvinnu, ið onki merkir til tað, til ein eldri sjúkling við nógvum diagnosum og fleiri brotum.
Í januar 2022 byrjaðu vit á Havnar Fysioterapi at hava bólkavenjingar fyri fólk m/k við beinbroyskni.
Vit venja 2 ferðir 1 tíma um vikuna í 10-12 vikur, við møguleika fyri at halda fram um tað verður mett viðkomandi.
Samstundis verður kunnað um hvussu tú best kanst venja sjálvstøðugt heima ella aðrastaðni. Umframt tað praktisku venjingina, verður tú sett/ur inn í hvussu tú á ymiskan annan hátt kanst fyribyrgja at støðan við beinbroyskni versnar ov nógv og møguliga blívur betur. Eisini fyribyrging móti at detta og møguligum brotum er ein týðandi partur av venjingini og kunningini.
Áðrenn tú kanst byrja á holdunum, skalt tú til í minsta lagi eina persónliga viðtalu hjá fyri at meta um beinagrindsstøðuna o.a. Her er tað gott um tú hevur møguligt svar frá røntgen og DXA-skanning við til eina av fyrstu viðtalunum.
Á klinikkum okkara síggja vit javnan fólk, ið hava fingið staðfest beinbroyskni. Nøkur eru ávíst orsaka av fylgjum frá beinbroyskni t.d. brot á ryggi ella mjødn, meðan tað hjá øðrum er nakað tey fortelja okkum í samband við kanningar tey hava verið til t.d. DXA-skanning ella tá vit spyrja nærri inn til tað. Oftani eru fólk ørkymlaði og í summum førum bangin, tí tey ikki vita hvussu tey skulu fyrihalda seg. Her hevur tað stóran týdning at fáa góða kunning og ráðgeving.
Beinbroyskni er ein av teim átta størstu fólkasjúkunum og í Danmark og altjóða er stórt fokus á beinbroyskni. Mett verður at upp í móti 500.000 danskarar liva við beinbroyskni uttan at vita av tí. Fyrr hevur beinbroyskni verið mett sum ein geriatrisk diagnosa, men í dag verður beinbroyskni sædd sum ein muskuloskeletal sjúka, ið ikki bara rakar tey eldri.
Í Danmark hevur ein arbeiðsbólkur undir Sundhedsstyrelsen seinastu árini verið við til at avdekka hetta umráði í Danmark og niðurstøðan er, at tað er tørvur á at økja fokus uppá uppsporan av beinbroyskni eins og at einsrætta og evidensbasera fyribyrging og rehabilitering av hesum sjúklingabólki. Fyri at tryggja hettar er tørvur á førleikamennan av heilsustarvsfólkum.
Høvuðsboðskapurin er:
- Beinbroyskni er ein muskuloskeletal diagnosa, ið rakar breitt og krevur uppsporan.
- Tað er trygt fyri sjúklingarnar við beinbroyskni at venja um tað verður tikið atlit til beinstøðuna.
- Venjingarháttur, hvussu hart og dosis eigur at verða mett um einsæris út frá beinstøðuni og virkisstigi.
- Venjingin verður lagt til rættis eftir BMD (Bone Mineral Density), fallvanda, virkisførleika og lívsgóðsku.
Í hesum sambandið hava Hjørleif Niclasen og Klæmint Isaksen verið á skeiðum hjá Danske Fysioterapeutum og Videnscenter for Knoglesundhed.
Her bleiv undirvíst í nýggjastu granskingini innan teoretisku vitanini og í praktiskari vitan innan individuellari kanning, viðgerð, fyribyrging, hjálpiamboð o.m.a. eins og í praktiskari einsæris rehabilitering og venjing og á holdum.
Fyri nærri kunning eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á tlf. 312131 ella umvegis teldupost fysioterapi@fysioterapi.fo
Pláss er fyri fleiri luttakarum á holdum okkara👍
Vælkomin at deila boðskapin 🙂