Ljósmøðrahúsið

Ljósmøðrahúsið Ljósmøðahúsið er stongt í óásetta tíð Vegna broyttar umstøður er Ljósmøðrahúsið stongt í óásetta tíð.

Vit ynskja at takka øllum kundum og samstarvsfeløgum so hjartaliga fyri tíðina �

Tilknýtisdansurin - eitt sindur burturfrá, og ert tú har framvegis Mamma?Eitt lítið eitt sum einu løtuna rennur avstað á...
03/09/2021

Tilknýtisdansurin - eitt sindur burturfrá, og ert tú har framvegis Mamma?

Eitt lítið eitt sum einu løtuna rennur avstað á kanningarferð og síðan skundar sær aftur í favn at merkja, vera tætt og fáa tryggleika og nýtt dirvi til at leita sær út í heim aftur.

Smá stev, eitt lítið sindur ísenn og lítla menniskja avgerð ferðina✨

Sambandi við teg er lívsneyðugt, fyri títt lítla barn. Í sambandinum tykkara millum, mennist títt barn og tilognar sær a...
06/08/2021

Sambandi við teg er lívsneyðugt, fyri títt lítla barn. Í sambandinum tykkara millum, mennist títt barn og tilognar sær allar tær royndir og allar teir førleikar, ið koma tí til góðar í lívinum✨

Tá tú møtir kenslunum og tørvum hjá tínum barnið innlivandi og umsorganarfult, gerast tey so sera trygg og klók - tí nervalagið (og heilin) mennist best í tryggleika🥰

📸

Hetta er bert ein lítil stund. Ein stund har tit saman finna stev í øllum tí nýggja - tí ókendaAlt er nýtt - nýggj byrja...
29/07/2021

Hetta er bert ein lítil stund. Ein stund har tit saman finna stev í øllum tí nýggja - tí ókenda

Alt er nýtt - nýggj byrjan, nýtt lív og ein nýggur veruleiki

Verð blíð og hygg at tær sjálvari við mildum eygum, góða mamma. Títt barn hevur alt tað tørvar í tær💛

Tað er ein(!) vegur inn í hendan heim og hann er ígjøgnum ein kvinnukropp💪🌸Eitthvørt lítið nýtt menniskjalív verður til ...
09/06/2021

Tað er ein(!) vegur inn í hendan heim og hann er ígjøgnum ein kvinnukropp💪🌸

Eitthvørt lítið nýtt menniskjalív verður til í tær, góða kvinna, tí tú eigur tað mest fantastiska organi í heiminum! Tín lívmóðir skapar lív🌱🔥

“There is no other organ quite like the uterus. If men had such an organ, they would brag about it. So should we!”

Ina May Gaskin🙌

Ivast tú?❤️Hevur tú roynt, at spurnartekin verður sett við tín leiklut sum mamma? Hevur tú fingið “góð ráð” við á vegnum...
26/05/2021

Ivast tú?❤️

Hevur tú roynt, at spurnartekin verður sett við tín leiklut sum mamma? Hevur tú fingið “góð ráð” við á vegnum? Ráð ið ikki geva góð afturljóð í tær og møguliga geva tær eina ringa kenslu í búkin?

• Skal hann ikki liggja fyri seg sjálvan?
• Fær hon nú nokk av mjólk frá tær?
• Skal hann ikki hava heitari klæðir?

Tað er sárbært at hava ábyrgd av einum lítlum nýggjum lívið, og tí skalt tú, góða Mamma, hava heitar og stuðlandi hendur ið fevna teg og minnast til at fortelja tær, at tú ert tann allarbesta mamman, fyri júst títt lítla barn✨

📸

❤️❤️❤️
09/05/2021

❤️❤️❤️

At verða innboðin í rúminum, har lívið byrjar🌱🥰Í dag er altjóða Ljósmøðradagur🎉🥰
05/05/2021

At verða innboðin í rúminum, har lívið byrjar🌱🥰

Í dag er altjóða Ljósmøðradagur🎉🥰

Tín føðing er ein tann størsta broytingartilgongdin, ið tú fert at uppliva í tínum lívið. Ein nýggj søga og ein nýggjur ...
01/05/2021

Tín føðing er ein tann størsta broytingartilgongdin, ið tú fert at uppliva í tínum lívið. Ein nýggj søga og ein nýggjur samleiki føðist saman við tínum lítla barnið🌻

Søgan um ferðina hjá tær og tínum barnið og hvussu tit hittust fyrstu ferð, fert tú at bera við tær restina av tínum lívið. Tín føðisøga kann vera full av styrki og jaligum hugleiðingum, eins og hon eisini kann rúma maktarloysi og vera kelda til sorgfullar kenslur.

Óðansæð hvør tín føðisøga er, so er hon týdningarmikil og skal fáa rúm at vera✨

📸

Vælsignaðu hormonir!🥰At kenna tínar møguleikar og velja tínar karmar fyri føðing, hevur stóran týdning í mun til hvussu ...
22/04/2021

Vælsignaðu hormonir!🥰

At kenna tínar møguleikar og velja tínar karmar fyri føðing, hevur stóran týdning í mun til hvussu tíni hormonir hjálpa føðingini ávegis💪😍

Sum íblástur til hvat kann vera gagnligt fyri teg og tíni fantastisku føðihormonir kann m.a nevnast:

🌱Friður at vera
🌱Tryggleiki
🌱At dimma ljósi
🌱Nærleiki frá tínum nærmasta/u

“What gets the baby in, gets the baby out” Ljósmóðir Ina May🔥💖

Títt barn hevur ligið næst tínum hjarta alt sítt lív, áðrenn tað kom í hendan heim🌱🌼Tað hevur fjálga seg við ljóðum og r...
15/04/2021

Títt barn hevur ligið næst tínum hjarta alt sítt lív, áðrenn tað kom í hendan heim🌱🌼

Tað hevur fjálga seg við ljóðum og rørslum inni í tíni heitu tryggu lívmóðir. Tað vælkenda ljóðið av tínum bankandi hjarta, tín andadráttur og tínar rørslur eru størsti tryggleikin.

Títt barn er klókt og veit hvar tað hoyrir heima - beint við títt hjarta❤️

Ein nýggj familja - óðansæð um tað er fyrsta lítla barni, ið tit bjóða vælkomnum ella um tað er eitt lítið systkin. Nýgg...
09/04/2021

Ein nýggj familja - óðansæð um tað er fyrsta lítla barni, ið tit bjóða vælkomnum ella um tað er eitt lítið systkin. Nýggir leiklutir og nógv ið skal lenda og finna sítt pláss av nýggjum. Broytingin er stór - óðansæð🌱

Men kærleiki er tíbetur markleysur og hvørt lítið nýtt menniskja hevur sín egna posa av kærleika við sær🧡

📸

Samskifti byrjar tíðliga ímillum tykkum. Lítil puff og skump úr fyrsta býlinum, ið verða svarað við eini kínandi hond el...
29/03/2021

Samskifti byrjar tíðliga ímillum tykkum. Lítil puff og skump úr fyrsta býlinum, ið verða svarað við eini kínandi hond ella umsorganarfullari rødd. Røddin ið er yndisljóði hjá tínum barnið. Sambandi tykkara millum er tryggja, langt áðrenn barnið tekur sín fyrsta andadrátt í hesi verð🌱

📸

Adresse

Norðskálavegur 48
Norðskáli
460

Telefon

+298567567

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Ljósmøðrahúsið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Ljósmøðrahúsið:

Del