Sálartónar - Musikterapi v/Birnu

Sálartónar - Musikterapi v/Birnu Tónleikur har sálarheilsan er miðpunktið. Eg eri útbúgvin cand.mag í musikterapi.

24/10/2023
Sum musikterapeutur arbeiði eg við menniskjum hvønn dag og tað er so ótrúliga gevandi. Men sum empatisk menniskju, so me...
22/06/2023

Sum musikterapeutur arbeiði eg við menniskjum hvønn dag og tað er so ótrúliga gevandi. Men sum empatisk menniskju, so merkja vit og ávirkast vit eisini av pínuni og sorgini hjá hvørjum øðrum. Tí er tað so umráðandi at starvsfólk sum arbeiða við menniskjum eisini eru varug við og taka sær av sjálvum.
Tað havi eg og tveir aðrir musikterapeutar hugleitt um og hava tí skrivað eina grein, í Dansk Musikterapi Tidskrift, um júst hetta evni.
Um tú er áhugað/ur í at hoyra meira um arbeiðsumhvørvi, útbrendheit og okkara hugleiðingar um fyribyrging av hesum, kanst tú lesa greinina her 👇

01/06/2023

Musikterapeutar arbeiða eisini á hospice. Har skapað teir tónleik sum er til gleði og linna bæði fyri teimum innløgdu og avvarðandi❤️

"And just as the musical understanding of the world is one of the first skills we learn, the brain often seems to hold o...
18/03/2023

"And just as the musical understanding of the world is one of the first skills we learn, the brain often seems to hold on to its ability to understand musical communication long after other skills are lost to dementia"

Man kann ikki blíva annað enn glaður av at síggja hesi bæði🎶
Góðan leygardag 🌿

And just as the musical understanding of the world is one of the first skills we learn, the brain often seems to hold on to its ability to understand musical...

Í hesum video brotinum, fortelur Inge um musikterapi í psykiatriini. Inge grundlegði musikterapi útbúgvingina á Aalborg ...
13/02/2023

Í hesum video brotinum, fortelur Inge um musikterapi í psykiatriini. Inge grundlegði musikterapi útbúgvingina á Aalborg universiteti fyrst í 80'inum og hevur serliga arbeitt við musikterapi og skizofreni. Eg var so heldig at fáa undirvísing frá Inge, tá eg sjálv gekk á universitetinum.

Í hesum brotinum (min. 22.27) fortelur Inge um hvussu nýggjari gransking vísur, at musikterapi og "musiklytning" sum er fyriskipa av einum útbúnum musikterapeuti, hevur signifikanta effekt uppá negativ symptomir hjá menniskjum við skizofreni. Negativ symptomir eru m.a. avbjóðingar við kontakt, sosial isolering, niðursetta orku og niðursett initiativ.
Granskingin vísur eisini á, at enn er ongin heilivágur, sum hjálpur líka væl uppá tey negativu symptomini.

Hygg at video brotinum og hoyr meira um musikterapi í psykiatriini ella spola fram til min. 22.00 og hoyr um granskingina omanfyri.

Der er et stigende fokus på anderledes behandlingsmetoder i psykiatrien. Blandt andet behandlinger, hvor der ikke bruges medicin. En af metoderne er musikter...

07/02/2023

Tá orð ikki røkka
Eitt av tí sum er serligt við musikterapi er, at tað ber til at arbeiða uttan orð. Í nógvum førum hjálpir tað at tosa um tingini og nógvir av teimum kognitivu viðgerðarhættinum, sum ofta verða nýttir, krevja at tú kanst brúka málið at tosa og reflektera. Tá tað ber til, er samtaluterapi fantastiskt og ikki minst effektivt! Men tað eru ikki øll sum hava mál, ikki øll hava orð at úttrykkja seg við.
Tað kunnu vera nógvar orsøkir til at málið verður avbjóða, t.d. kann málið vikna hjá menniskjum við demens og tað verður við tíðini verri og verri at finna orðini. Menningartarn kann vera orsøk til at málið ikki er ment sum hjá øðrum. Kanska er tað bara trupult at seta orð á tað man stríðist við ella kanska er man sum Silje givin at tosa, tí tað følist sum eins egnu orð ikki hava nakran týdning.
Viðhvørt røkka orð ikki. Tá kann tónleikurin røkka og skapað samband, bróta isolatión og styrkja um kensluna av identiti.

30/01/2023

Í Norra verður musikterapi brúkt nógv við menniskjum sum stríðast við rústrupulleikum og sálarsjúku. Hetta hevur víst seg at rigga væl. Faktiskt hevur tað rigga so væl, at musikterapi er skrivað inn í almennu tilmælini fyri rúsviðviðgerð.

Anbefaling: ”Det foreslås at det tilrettelegges for bruk av musikkterapi til pasienter/brukere som ønsker dette. Musikkterapi vil være relevant i tverrfaglig spesialisert rusbehandling, i kriminalomsorg og i kommunale tjenester.” (Helsedirektoratet, 2017a, s.33).

Begrundelse: ”Musikkterapi gir muligheter for utvikling og endring gjennom et musikalsk og mellommenneskelig samarbeid mellom terapeut og pasient. Musikk kan skape gode muligheter for kommunikasjon og personlig uttrykk, og for å arbeide med sosial angst, motivasjon, selvforståelse, rusfrihet og annen personlig vekst.
Mestringsopplevelser er sentrale i musikkterapien, og kvalitativ
forskning viser at med god tilrettelegging og oppfølging kan mange brukere ta musikken med seg ut av terapirommet og inn som en mestringsressurs i hverdagslivet. (Helsedirektoratet, 2017a, s.33).

At hava rústrupulleikar stendur sjálvdan einsamalt. Umsorganarsvik, angist, tunglyndi, ADHD og líknandi er, í nógvum førum, eisini til staðar tá eitt menniskja hevur rúsnýstluórógv og tað hevur avleiðingar bæði likamliga, sálarliga og sosialt. At vera partur av nøkrum er ein grundleggjandi tørvur, men eisini ein stór avbjóðing, tá eitt menniskja stríðist við rúsnýstluórógv.
Gransking hevur víst at musikterapi kann vera við til at bróta isolatión, minka um angist og tunglyndi hjá hesum málbólkinum. Meira um hetta seinni. Men fyrst, gev tær ein løtu at hyggja at hesum brotinum um Arve og hvussu musikterapi var við til at geva honum møguleika at vera partur av nøkrum, sum var meinigsfult og lívsbroytandi.

Vit hava fingið nýggja heimasíðu. Tit kunnu síggja hana her og lesa meira um hvat vit bjóða hjá Sálartónum.
28/01/2023

Vit hava fingið nýggja heimasíðu. Tit kunnu síggja hana her og lesa meira um hvat vit bjóða hjá Sálartónum.

Musikterapi er ein vísindaligur viðgerðarháttur, har tónleikur verður nýttur sum amboð til at betra um og útvikla t.d. sosialar, kommunikativar og kensluligar førleikar.

23/01/2023

Vælkomin á hesa síðu um musikterapi 🎵
Musikterapi ljóðar kanska alternativt, men visti tú at tað er ein vísindaligur viðgerðarháttur, har tónleikur verður nýttur sum amboð at betra um og útvikla t.d. sosialar, kommunikativar og kensluligar førleikar?
Fyri at útinna musikterapi krevst ein musikterapeutur. Tað krevur eina 5 ára langa kandidat útbúgving av universitetinum fyri at kalla seg musikterapeut. Tað vil siga at musikterapeutar hava sama útbúgvingarstøðið sum sálarfrøðingar.
Tá ein musikterapeutur hevur lokið útbúgving sum cand.mag í musikterapi, er musikterapeuturin egnaður at vegleiða, undirvísa, dokumentera, útgreina og veita sálarliga viðgerð. Aalborg Universitet sigur soleiðis:
"Kandidater i musikterapi har kompetencer til at vejlede, undervise, dokumentere og udrede og indgår i et tværfagligt samarbejde med faggrupper som fysioterapeuter, læger, psykologer, ergoterapeuter og specialpædagoger.”
"I musikterapeutiske forløb anvendes musik med henblik på at skabe trygge relationer, vække social interesse og bryde social isolation, mindske stress, give smertelindring, styrke identitet, øge mestring, bearbejde følelsesmæssige traumer, m.m. alt efter den enkelte klients behov.”
Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her: https://www.kommunikation.aau.dk/.../vidensgr.../musikterapi
Í samband við at eg fari at opna mítt egna virkið, fari eg at brúka hesa síðuna at upplýsa meira um hvat musikterapi er, hvønn tað er fyri og hvat granskingin sigur um hetta.
Vælkomin at fylgja við og at deila.

23/01/2023

Vælkomin á hesu síðu um musikterapi. Tíverri bleiv mín upprunaliga síða hacka og tí byrji eg av nýggjum.
Vóni at tit hava hug at fylgja við her :)

Adresse

Heiðavegur
Runavík

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sálartónar - Musikterapi v/Birnu sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Sálartónar - Musikterapi v/Birnu:

Del