Kommunulækni Ásla J. Høghamar

Kommunulækni Ásla J. Høghamar Hendan síðan er ætla borgarum, ið eru knýttir at læknaviðtalu 3 í Skálafjarðar Læknadømi

06/10/2025

KOPPSETING MÓTI INFLUENSU OG COVID-19. Um tú er 65 ár ella eldri, ella er í ávísum vandabólki, verður tað mælt til at tú koppsetur teg móti influensa og covid-19. Bílegg tíð á minlakni.fo ella við at ringja til viðtaluna

Starvslýsing: ViðtalustarvsfòlkNú er møguleiki at royna lívið sum viðtalustarvsfólk í læknaviðtalu😊Søkt verður eftir við...
05/05/2025

Starvslýsing: Viðtalustarvsfòlk

Nú er møguleiki at royna lívið sum viðtalustarvsfólk í læknaviðtalu😊

Søkt verður eftir viðtalustarvsfólki til kommunulækna viðtaluna hjá Áslu Høghamar.
Talan er um eitt tíðararavmarkað barsilsvikariat brøk 0,6 at byrja skjótast gjørligt. Løn sambært sáttmála.

Toymi fevnur um 1 kommunulækna og 1 sjúkrarøktarfrøðing umframt teg. Hetta er ein upplagdur møguleiki at menna tínar førleikar og at royna lívið í kommunulæknaviðtalu

Um starvið:
-Spennandi og fjølbroytt arbeiði, har gott samstarv er lyklaorðið.
-Trivnaður, arbeiðsgleði og fakligheit er høgt í metum
-Alt eftir hvat fyri heilsufagliga útbúgving tú hevur, eru uppgávurnar m.a. Sjálvstøðugar viðtalur við t.d. sjúklingar við kroniskum sjúkum, barnakanningar, koppsetingar, arbeiði í móttøkuni, svara telefon og annað fyrifallandi arbeiði.
-Eisini verður dentur lagdur á regluliga undirvísing og førleikamenning í viðtaluni

Um teg:
-Tú hevur heilsufagliga útbúgving, so sum sjúkrarøktarfrøðingur ella læknaskrivari. Royndir innan almen medicin kann verða ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
-Fleksibul og sjálvstøðug/ur
-Klárar at arbeiða undir trýsti til tíðir
-Góð samstarvsevni.

Um hetta hevur tín áhuga, so send eina umsókn og CV til aslahoghamar@gmail.com. Umsøknarfreist er mikudagin 19 mai. Um tú hevur spurningar um starvið, er tú vælkomin at ringja til mín á telefon 232383 ella senda ein e-mail á aslahoghamar@gmail.com

Ásla Høghamar, kommunulækni

08/11/2024

Hevur tú ikki fingið "upp í lag"😉 at bíleggja tíð til influenza og/ella covid koppseting?
Bílegg tíð á minlakni.fo

STØKK INN koppseting móti influenza og corona í læknaviðtaluni. Stað: vit fara at koppseta í hølinum í kjallaranum. Inng...
17/10/2024

STØKK INN koppseting móti influenza og corona í læknaviðtaluni.

Stað: vit fara at koppseta í hølinum í kjallaranum. Inngongd ímóti apotekinum

Týsdagin tann 22 okt millum kl 13-15, verður støkk inn koppseting móti influenza og covid fyri borgarar ið hoyra til viðtalu 3.
Hevur tú ávísar kroniskar sjúkur, ert 65+ ár, ert við barn ella hevur ovurfiti (BMI >35) kanst tú fáa ókeypis koppseting

https://www.heilsutrygd.fo/borgari/koppsetingar/okeypis-koppseting-moti-influensa

23/07/2024
Søkt verður eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til brøk 0,6-0,8 til læknaviðtalu í Runavík at byrja 1.des ella eftir av...
08/10/2023

Søkt verður eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til brøk 0,6-0,8 til læknaviðtalu í Runavík at byrja 1.des ella eftir avtalu. Løn sambært sáttmála.

Talan er um viðtalu 3 í Skálafjarðar læknadømi. Viðtalan hevur verið ómannað í eina tíð, men frá 1. des er Ásla Høghamar sett sum fastur kommunulækni. Hetta er ein góður møguleiki at verða partur av einum toymi, har vit saman fáa eina viðtalu at rigga væl og veita eina góða tænastu til borgaran

Um starvið:
-Spennandi og fjølbroytt arbeiði, har gott samstarv er lyklaorðið.
-Trivnaður, arbeiðsgleði og fakligheit er høgt í metum
-Uppgávurnar eru m.a. sjálvstøðugar viðtalur við t.d. sjúklingar við kroniskum sjúkum, barnakanningar, koppsetingar, arbeiði í móttøkuni, svara telefon og annað fyrifallandi arbeiði.
-Góðir møguleikar fyri menning við t.d. skeiðum, ið onkuntíð kunnu verða uttanlands. Eisini verður dentur lagdur á regluliga undirvísing og førleikamenning í viðtaluni

Um teg:
-Tú ert sjúkrarøktarfrøðingur. Royndir innan almen medicin er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
-Fleksibul og sjálvstøðug/ur
-Klárar at arbeiða undir trýsti til tíðir
-Góð samstarvsevni.

Um hetta hevur tín áhuga, so send eina umsókn og CV til aslahoghamar@gmail.com. Umsøknarfreist er mikudagin 18. okt. Um tú hevur spurningar um starvið, er tú vælkomin at ringja til mín á telefon 232383 ella senda ein e-mail

Ásla Høghamar, kommunulækni

Adresse

Mýravegur 4
Runavík
620

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Kommunulækni Ásla J. Høghamar sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del

Type