Thetis Thetis er ein heilsufrøðilig kanningarstova, sum bjóðar heilsufrøðiligar matvøru- og vatnkann

Vit leita eftir laboranti 🧑‍🔬👨‍🔬Vælkomin at deila :)
14/11/2024

Vit leita eftir laboranti 🧑‍🔬👨‍🔬

Vælkomin at deila :)

Ver við í menningini. Vit leita eftir ágrýtnum laboranti til kanningarstovuna hjá Thetis á Saltangará Vilt tú at gerast partur av dugnaligum toymi á nýtímans kanningarstovu á altjóða støði? Hevur tú hug at gera kanningar fyri vinnu, kommunur og umhvørvið í Føroyum og uttanlands?...

Starvslýsing: Reingerðarfólk til kanningarstovuna ThetisKanningarstovan Thetis søkir eftir reingerðarfólki til okkara ný...
21/10/2024

Starvslýsing: Reingerðarfólk til kanningarstovuna Thetis

Kanningarstovan Thetis søkir eftir reingerðarfólki til okkara nýggju høli á Saltangará. Starvið er 2-3 tímar um vikuna.

Løn sambært avtalu. Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við okkum:

Telefon: 791800
Teldupostur: elin@thetis.fo

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Thetis

Nýggjur góðkendur háttur hjá kanningarstovuni ThetisVit eru fegin um at kunna kunngera, at kanningarstovan Thetis nú hev...
31/05/2024

Nýggjur góðkendur háttur hjá kanningarstovuni Thetis

Vit eru fegin um at kunna kunngera, at kanningarstovan Thetis nú hevur fingið góðkenning frá DANAK til at nýta ein nýggjan kanningarhátt, MDS, til at eyðmerkja Listeria monocytogenes í matvøru- og umhvørvissýnum: TM 009, sum vísir til AFNOR 3M 01/15-09/16. Hesin háttur ger tað møguligt fyri okkum at staðfesta Listeria monocytogenes neyvari og væl skjótari enn áður.

Væl skjótari úrslit við kvalitativum MDS (Molecular Detection System, Neogen).

Nakrir av størstu fyrimununum við góðkenningini av nýggja kanningarháttinum á MDS er neyvleikin og skjótleikin.

MDS er grundað á LAMP (loop-mediated isothermal amplication) DNA amplifisering, ið er ein sera specifikkur og sensitivur kanningarháttur.

Við hesi góðkenning kunnu vit nú veita kundum okkara úrslit ein heilan dag skjótari enn aðrir hættir á marknaðinum. Hesin skjótleikin kann vera avgerandi fyri okkara kundar, sum hava tørv á skjótum og álítandi svari í teirra góðskueftirliti og útflutningi.

Nýggju Reglurnar hjá ES um Null Tolsemi fyri Listeria.

Harumframt er ES í ferð við at seta nýggjar reglur í verk, sum krevja null tolsemi fyri Listeria monocytogenes í matvørum. Herdu krøvini gera tað enn týdningarmiklari fyri matframleiðarar og útflytarar at tryggja, at teirra vørur eru fríar fyri Listeria monocytogenes.

Við hesum nýggja góðkenda kanningarhættinum kann Thetis hjálpa kundum sínum at tillaga viðurskifti í framleiðsluni væl skjótari enn áður, og at lúka herdu krøvini og verja fólkaheilsuna.

Setið tykkum endiliga í samband við okkum fyri meira kunning um okkara nýggja kanningarhátt, og hvussu hesin kann gagna tykkara fyritøku.

Thetis sett nýggjan stjóra1. mars tekur Elin Djurhuus Joensen við sum nýggjur stjóri í Thetis. Marita Debess Magnussen, ...
25/01/2024

Thetis sett nýggjan stjóra

1. mars tekur Elin Djurhuus Joensen við sum nýggjur stjóri í Thetis. Marita Debess Magnussen, sum seinastu árini hevur verið stjóri, heldur fram sum partaeigari og nevndarlimur í Thetis

Elin Djurhuus Joensen er 42 ár og útbúgvin mikrobiologur við PhD innan mikrobiologi og biotøkni. Seinastu árini hevur hon starvast hjá SMJ innan aling, spillvatn og umhvørvi. Í høvuðsheitum hevur hon har staðið fyri at menna og fremja lívfrøðiliga partin av ráðgeving og tænastum innan aling bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini hevur Elin starvast á biotøknideildini á Fiskaaling.

- Eg gleði meg til at taka við hesi nýggju avbjóðingini sum stjóri í Thetis. Thetis er ein væl rikin fyritøka, sum hevur prógvað sítt virði. Virksemið er breitt og spennandi, og eg síggi eisini fram til at arbeiða á kanningarstovu aftur, sigur nýggi stjórin í Thetis, Elin Djurhuus Joensen.

Marita Debess Magnussen, sum í 8 ár hevur verið stjóri í Thetis, heldur fram í nevndini.

- Tíðin er nú komin til at lata nýggjar kreftir sleppa framat, og Elin hevur drúgvar royndir innan leiðslu, ráðgeving og kanningarstovuvirksemi. Eg eri sannførd um, at Elin fer at flyta Thetis fram á leið. Spennandi tíðir eru fyri framman - millum annað tí at vit nú hyggja at nýggjum marknaðum bæði í og uttanfyri Føroyar, sigur Marita Debess Magnussen.

Eisini Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður í Thetis, fegnast um nýggja stjóran.
- Vit í nevndini gleða okkum til, at Elin Djurhuus Joensen tekur við starvinum. Samstundis vilja vit takka Maritu Debess Magnussen hjartaliga fyri hennara ótroyttiliga arbeiði hesi árini, sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður.

Thetis er akkrediterað kanningarstova, sum veitur umhvørvis- og matvørukanningar. Thetis hevur átta ár á baki og er nýliga flutt í egna kanningarstovu á Saltangará.

Vit hjá THETIS ynskja tykkum eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár 👩‍🔬🧑‍🔬🎄☃️
24/12/2023

Vit hjá THETIS ynskja tykkum eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár 👩‍🔬🧑‍🔬🎄☃️

Vit hjá Thetis veita tað tænastu, har vit heinta sýnir fyri kundan. Dagurin í dag var ein epoka - síðstu ferð vit vóru á...
12/12/2023

Vit hjá Thetis veita tað tænastu, har vit heinta sýnir fyri kundan. Dagurin í dag var ein epoka - síðstu ferð vit vóru á Gomlurætt. Spennandi verður við undirsjóvartunnilinum.

Nýtt spennandi starv hjá ThetisTrýst á leinkjuna her
25/10/2023

Nýtt spennandi starv hjá Thetis

Trýst á leinkjuna her

Høgguslokkur til Thetis by newsiteadmin | Oct 16, 2023 Thetis leitar eftir einum persóni, ið skal taka sær av dagligu skrivstovuuppgávunum á nýggju kanningarstovu okkara á Saltangará. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a um: bókhald, tolling, lønarflytingar, kreditor- og debitorrøkt o.a. samsk...

Vælkomin, AnnSiri Borg Hentze!Vit eru errin av at kunna bjóða AnnSiri Borg Hentze í Thetis-familjuna sum okkara nýggi la...
24/09/2023

Vælkomin, AnnSiri Borg Hentze!

Vit eru errin av at kunna bjóða AnnSiri Borg Hentze í Thetis-familjuna sum okkara nýggi laborantur.

Við eini hugvekjandi bakgrund frá laborantskúlanum í Keypmannahavn og starvsroyndum hjá Novo Nordisk og HFS eru vit vís í, at AnnSiri verður eitt gott íkast hjá okkara toymið.

Hon fer at starvast á nýggju kanningarstovuni í Saltangará við mikobiologiskum og kemiskum analysum.

Thetis flytur til Saltangará Nýggj adressa, sama góða tænastaThetis er flutt til Saltangará og fer hereftir at hava alt ...
30/08/2023

Thetis flytur til Saltangará

Nýggj adressa, sama góða tænasta
Thetis er flutt til Saltangará og fer hereftir at hava alt sítt virksemi í Saltangará.

Síðan 2016 hava vit havt kanningarstovu á granskarasetrinum iNova, men nú er tíðin komin at flyta í egin hølir, sum egna seg betur til okkara vaksandi tørv og tey krøv, sum okkara kundar leggja við.

Nýggi bústaðurin er Heiðavegur 53, 600 Saltangará

Ein skraddaraseymað loysn
Vit fingu møguleikan at byggja okkara egnu kanningarstovu, sum er skraddaraseymað til okkara virksemi. Tað fer at vera eitt betri workflow. og vit hava avrátt at gera íløgur í nýggjastu útgerð til kanningarstovuvirksemi. Tað er umráðandi hjá okkum at gera íløgu í nýggj hølir fyri at kunna nøkta tørvin hjá okkara kundum. Hóast vit eru flutt til Saltangará, er frástøðan, takka verið Eysturoyartunlinum, bara eitt korter – 15 minuttir – frá okkara gomlu hølum.

Henda flyting markerar ein nýggjan kapittul í søguni hjá Thetis, og vit eru sera spent at royna teir møguleikar, sum henda flytingin hevur við sær.

Vit fara framvegis at bjóða somu góðu tænastu og loysnir, sum vit eru kend fyri, tí vit hava royndirnar.

Í næstum fara vit at skipa fyri almennari móttøku, har ið vit fara at vísa hølini fram.

Thetis er akkrediterað kanningarstova, sum gera kanningar innan mat- og umhvørvi. Hjá Thetis starvast 9 fólk.

Skrivstovu/handilshøli á Saltangará til leigu. Les meira her 👇
29/08/2023

Skrivstovu/handilshøli á Saltangará til leigu. Les meira her 👇

Leiga høli, við alskyns møguleikum, mitt í býnum.

Góðan leygardag her frá okkum ☺️
10/06/2023

Góðan leygardag her frá okkum ☺️

Vit sum stuðlar hjá Betri kvinnum í B36, fegnast um gongdina hjá teimum.
05/06/2023

Vit sum stuðlar hjá Betri kvinnum í B36, fegnast um gongdina hjá teimum.

Adresse

Heiðavegur 53
Saltangará
600

Telefon

+298357900

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Thetis sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Thetis:

Del