Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, Sigmundargøta 5, Tórshavn.

GOTT MIÐ TIL GRANSKINGARSTUÐUL
07/04/2026

GOTT MIÐ TIL GRANSKINGARSTUÐUL

GOTT MIÐ TIL GRANSKINGARSTUÐUL

Á okkara heimasíðu hava vit savnað slóðir til viðkomandi útboð av granskingarstuðli, har tú beinanvegin sært, nær ymisku umsóknarfreistirnar eru.

So kanska hendan síðan er verd eitt bókamerki?

https://www.setur.fo/fo/gransking/utbod-av-granskingarstudli

PhD lesandi Elsa F. Helmsdal luttók á Arctic Frontiers í Tromsø 2026 í samband við verkætlanina ArcSolution 👈
05/02/2026

PhD lesandi Elsa F. Helmsdal luttók á Arctic Frontiers í Tromsø 2026 í samband við verkætlanina ArcSolution 👈

15/01/2026

Heilsugranskingareindin fingið stóra granskingarjáttan frá danska Umhvørvisstýrinum

12/01/2026

1,3 MILLIÓNIR TIL GRANSKING

Sjey granskingarverkætlanirnar hava fingið fígging úr granskingargrunnininum í Sjúkrahúsverkinum.

Granskingarforum hevur á fundi 24. november lutað út 1,3 mió. til gransking í Sjúkrahúsverkinum fyri 2025.

Hetta er ein stórur dagur, tí tað er fyrstu ferð, at Sjúkrahúsverkið kann luta út eina so stóra upphædd til gransking.

Politiska skipanin hevur raðfest fígging til Universitetssjúkrahús. Sambært álitinum um Universitetssjúkrahús verður mælt til at uppbyggja stuðulsfunktiónir til heilsugransking, og síðani seta pening av til heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum. Ein partur av játtanini til Universitessjúkrahús, umleið ein millión, er tí í ár lutað út til sjey granskingarverkætlanir, saman við 300.000 kr., sum Landssjúkrahúsið hevur sett av til gransking.

Umsóknir komu frá fleiri deplum. Umsøkjararnir høvdu ymiska bakgrund, og evnini spenna vítt, m.a. kropsliga rørslu hjá innløgdum sjúklingum, slitgikt, long COVID, hjartasjúkur, ov tíðliga fødd børn og samanbering av laboratoriukanningum.

Granskingarforum hevur latið stuðul til hesar sjey verkætlanirnar:

Birna Skaalum Kempf, lækni, PhD lesandi, Medisinski depilin - "Primary Ciliary Dyskinesia in the Faroe Islands"

Pætur Holm, fysioterapeut, PhD, Skurðdepilin - "FAROA – Optimizing Osteoarthritis Care Pathways in Faroe Islands"

Shahin Gaini, yvirlækni, PhD, Medisinski depilin - "Diagnostic comparison of Helicobacter pylori using ddPCR compared to immunoassay and rapid urease test"

Gunnhild Helmsdal, lækni, PhD lesandi, Heilsugranskingareindin - "Persisting symptoms following infection with severe acute respiratory syndrome coronavirus 2"

Durita V. Gunnarsson, fysioterapeut, PhD lesandi, Heilsugranskingareindin -
"Increasing physical activity among medical inpatients by digital nudging of patients and staff"

Jenný Gerðalíð, lækni, Medisinski depilin - "Deyðstíttleiki hjá sjúklingum við akuttumblóðtøppi í hjartanum (STEMI)"

Vanja Vestergaard, sjúkrarøktarfrøðingur, MSc, Familjudepilin - "Perinatal og natal úrslit í tí føroysku populatiónini við við serligum denti á títtleikan av ov tíðliga føddum børnum"

So hava 500 luttakarar úr Kohortu 1 verið til kanningar 🥳🤩Síðani mars 2025 hava vit verið í gongd við verkætlanina ”Hava...
06/11/2025

So hava 500 luttakarar úr Kohortu 1 verið til kanningar 🥳🤩

Síðani mars 2025 hava vit verið í gongd við verkætlanina ”Hava dálkingarevni varandi árin? Kanning av likamsstøðuni, fruktbærinum og miðnervalagnum hjá vaksnum fólki, sum hava verið fyri dálkingarevnum”.
Hetta er ein endurkanning av teimum umleið 900 luttakarunum frá árgangi 1986/87, sum eru partur av Kohortu 1, eisini nevnd Kviksilvurkanningin.

Yvirskipaða endamálið við hesi endurkanning er at kanna, um samband er millum umhvørvisdálkandi evnir (PFAS, PCB og kviksilvur) í móðurlívi og eftir føðing og heilsufyribrigdi so sum kropsvekt, fruktbæri og ávirkan á miðnervalagið, herundir eygu.

Ert tú luttakari í kohortu 1, og ert áhugað/ur at luttaka, vilja vit heita á teg, óansæð um tú býrt uttanlands ella her í Føroyum, um at ringja +298 211570 ella senda okkum teldupost til marhn@ls.fo.

Tann 1.september fingu vit tvey nýggj starvsfólk. Tey eru Marta Ákadóttir, sum er PhD-lesandi og arbeiðir við verkætlan ...
09/10/2025

Tann 1.september fingu vit tvey nýggj starvsfólk. Tey eru Marta Ákadóttir, sum er PhD-lesandi og arbeiðir við verkætlan um umhvørvisdálking og fruktbæri, og Lucas Nebel Møller, sum er í starvslæru í Heilsugranskingareindini í 8 vikur. Starvslæran er partur av hansara kandidatlestri í fólkaheilsuvísindi á SDU í Esbjerg.

🟢 400 fólk frá árgangi 1986/87 hava nú verið til kanning 🟢Nú hava fleiri enn 400 fólk luttikið í granskingarverkætlan hj...
22/09/2025

🟢 400 fólk frá árgangi 1986/87 hava nú verið til kanning 🟢

Nú hava fleiri enn 400 fólk luttikið í granskingarverkætlan hjá Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Í mars 2025 byrjaði nýggja granskingarverkætlanin at endurkanna tey umleið 900 fólkini frá árgangi 1986/87, sum eru partur av Kohortu 1 ella Kviksilvurkanningini. Heitið á kanningini er ”Hava dálkingarevni varandi árin? Kanning av likamsstøðuni, fruktbærinum og miðnervalagnum hjá vaksnum fólki, sum hava verið fyri dálkingarevnum”. Yvirskipaða endamálið við hesi endurkanning er at kanna, um samband er millum umhvørvisdálkandi evnir (PFAS, PCB og kviksilvur) í móðurlívi og eftir føðing og heilsufyribrigdi so sum kropsvekt, fruktbæri og ávirkan á miðnervalagi, herundir eygu.

Kanningarnar hava gingið væl, og kohortu luttakararnir hava tikið væl ímóti at verða endurkannað, nú tey eru mitt í lívinum. Vit bjóða øllum, sum eru partur av kohortuni, at luttaka – eisini teimum, sum búgva uttanlands. Innbjóðing til kanningina verður send luttakarum umvegis Mínboks.

Men vit hava avbjóðingar við at koma í samband við øll, tí allar kontaktupplýsingar ikki eru dagførdar síðan seinastu kanning við 28 ár. Tí vilja vit heita á tey, sum búgva uttanlands ella her í Føroyum, sum eru áhugað at luttaka, men enn ikki halda seg hava hoyrt frá okkum, um at ringja +298 211570 ella senda okkum teldupost til marhn@ls.fo.

Hoyr Duritu Viderø Gunnarsson greiða frá síni PhD verkætlan
22/09/2025

Hoyr Duritu Viderø Gunnarsson greiða frá síni PhD verkætlan

Nú verður kannað, um tøkni kann fáa sjúklingar á sjúkrahúsi at blíva meira kropsliga virknar

Tað er í dag kl. 13 í Kongshøll, at Herborg Johannesen, serlækniserlækni í endokrinologi, fer at verja ph.d. ritgerð sín...
05/09/2025

Tað er í dag kl. 13 í Kongshøll, at Herborg Johannesen, serlækniserlækni í endokrinologi, fer at verja ph.d. ritgerð sína við heitinum: Jodinntøka í Norðuratlantshavi: Lýsing av jodinntøku og kostinum í Føroyum.
Øll eru vælkomin til verjuna.

Fríggjadagin 5. september 2025, kl 13:00 fer Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni í endokrinologi, at verja ph.d. ritgerð sína við heitin...

27/08/2025

Nýggj granskingarverkætlan varpar ljós á tarmsjúku í Føroyum

Ein nýggj og spennandi verkætlan er nú skotin í gongd á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Endamálið er at kanna, hvussu colorectal cancer, eisini nevnt tjúkktarms ella endatarmskrabbi, hevur ment seg í Føroyum seinastu árini.

Tað er Maria W. Dalsgaard, introlækni í maga- og tarmkirurgi, ið leiðir verkætlanina. Verkætlanin leggur dent á at kanna sjúkumynstur hjá føroyskum sjúklingum, umframt at fáa betri innlit í, hvussu sjúkan verður uppdagað, viðgjørd og hvussu gongdin er hjá teimum, ið verða rakt.

Talan er um eitt breitt og tvørfakligt samstarv, har starvsfólk frá Skurðdeplinum, Medisinska deplinum, Heilsugranskingareindini, Fróðskaparsetrinum og Center for Surgical Science (CSS) á Sjællands Universitetshospitali í Køge taka lut. Samstarvið gevur verkætlanini dýpd og kann skapa grundarlag fyri betri heilsutænastum í framtíðini.

Vónir eru um at víðka samstarvið til granskarar í eitt nú Svøríki og Norra, soleiðis at samanbering kann gerast av, hvussu henda álvarsama sjúkan rakar og verður viðgjørd í Norðanlondum. Slík samanbering kann vera ein lykil til at skilja munin á sjúkumynstrum, umframt til at betra um viðgerðartilboð og úrslit fyri sjúklingar í Føroyum.

Nýggja verkætlanin er eitt greitt dømi um, hvussu gransking kann gera mun fyri vanliga føroyingin í framtíðini.

Adresse

Sigmundargøta 5
Tórshavn
110

Telefon

+298316696

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del