Sálarfrøðingur Rannvá Sloan Jørgensen

Sálarfrøðingur Rannvá Sloan Jørgensen Eg bjóði sálarfrøðiliga viðgerð til ung og vaksin. Supervisjón, undirvísing og fakliga vegleiðing. Eg virki eftir sáttmála við heilsutrygd.

Nú er opið fyri tilmeldingum ☘
26/03/2026

Nú er opið fyri tilmeldingum ☘

19/03/2026

Ein góð byrjan - bólkatilboð til kvinnur í viðgongutíð og eftir barnsburð.
Nú verður aftur møguleiki hjá kvinnum, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð ella upp til 2 ár eftir barnsburð, at luttaka í bólkatilboði. Talan er um bólkar við umleið 8 luttakarum. Hvør bólkur møtist 2. hvørja viku, 8 ferðir í alt. Tilboðið er ókeypis.

Les meira her:
https://www.gigni.fo/um-gigni/kunning/ein-god-byrjan-bolkatilbod-til-kvinnur-i-vidgongutid-og-eftir-barnsburd

BÓLKATILBOÐ TIL KVINNUR Í VIÐGONGUTÍÐ OG EFTIR BARNSBURЄEin góð byrjan”: Barnsburður og familjutrivnaður 🌿Nú verður aft...
05/03/2026

BÓLKATILBOÐ TIL KVINNUR Í VIÐGONGUTÍÐ OG EFTIR BARNSBURÐ
„Ein góð byrjan”: Barnsburður og familjutrivnaður 🌿

Nú verður aftur møguleiki hjá kvinnum, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð ella upp til 2 ár eftir barnsburð, at luttaka í bólkatilboði. Talan er um bólkar við umleið 8 luttakarum. Tilboðið er ókeypis.

Tíðin, tá ein gerst foreldur, kann vera bæði góð og avbjóðandi. Í sambandi við barnsburð henda stórar fysiskar og sálarligar broytingar yvir stutta tíð. Tílíkar broytingar kunnu økja um sárbarið hjá foreldrum og ávirka trivnaðin. Kanningar vísa, at umleið fimta hvør føroyska kvinna vísir tekin um mistrivnað og ótta í viðgongutíð – og at fjórða hvør upplivir mistrivnað eftir barnsburð.

Um stúranir fylla meira enn vanligt í tí dagliga, ella tú kennir teg kedda ella máttleysa, so kann tað vera tekin um, at tín trivnaður er í vanda. Hesar kenslur eru hvørki skeivar ella ósunnar. Sum oftast er talan um natúrligar reaktiónir, sum eru íkomnar av stórum broytingum ella truplum umstøðum.

Gev tær sjálvari eitt andarúm til at møtast við øðrum kvinnum í somu støðu.
Tað verður arbeitt við at lætta um tína støðu og stuðla undir tín trivnað.

Fokus verður á
• at normalisera, skilja og rúma truplum tankum og kenslum
• eginumsorgan og kensluregulering
• stuðul til at finna ró og styrki

Kennir tú teg aftur og ynskir at luttaka í bólki - ella hevur tú spurningar - kanst tú seta teg í samband við Rannvá Sloan Jørgensen á rs@rannvasloan.fo.
Tú kanst eisini venda tær til tína ljósmóður ella tín heilsufrøðing í Gigni, og tey hjálpa tær víðari.

Samskiparar av „Ein góð byrjan”
Sanne Storm, PhD musikterapeut/ Rannvá Sloan Jørgensen, løggildur sálarfrøðingur

„Ein góð byrjan” samstarvar við Gigni og Ljóðmøðratænastuna um at veita skjóta hjálp til kvinnur, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð og eftir barnsburð. 🌿

Seinastu árini havi eg starvast á psykiatriska deplinum og havi hollar royndir við útgreining og viðgerð av ungum og vaksnum við sálarligum avbjóðingum. Eg havi serliga arbeitt við viðgerð av persónleikaólagi, sjálvskaðandi atburði, afturvendandi avbjóðingum í relasjónum, traum...

09/09/2025

Tú & Eg Ráðgevingin er ein ókeypis ráðgeving til børn og ung. Tørvar tær ráð, vegleiðing, ella bara onkran at tosa við, so kanst tú ringja ella skriva til ráðgevingina.

Í hesum partinum av Nert ikki við verður burðartunglyndi umrøtt. Umframt eina erliga og djarva frásøgn frá Vígdis Skorhe...
23/08/2025

Í hesum partinum av Nert ikki við verður burðartunglyndi umrøtt.
Umframt eina erliga og djarva frásøgn frá Vígdis Skorheim, greiðir Sanne Storm frá um gransking og viðgerð í Føroyum.

"Hvønn dag skammaðist eg um, at eg ikki hevði tað sama sambandið við dóttrina sum hini. Eg græt bara." Í dag nerta við við føðitunglyndi

ÓKEYPIS BÓLKATILBOÐ FYRI KVINNUR Í VIÐGONGUTÍÐ OG EFTIR BARNSBURÐ AUGUST 2025 🍂„Ein góð byrjan”: Barnsburður og familjut...
23/06/2025

ÓKEYPIS BÓLKATILBOÐ FYRI KVINNUR Í VIÐGONGUTÍÐ OG EFTIR BARNSBURÐ AUGUST 2025 🍂

„Ein góð byrjan”: Barnsburður og familjutrivnaður

Í næstum skipar „Ein góð byrjan” fyri tveimum ymiskum bólkatilboðum. Ein bólkur er fyri kvinnur, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð og ein bólkur er fyri kvinnur, sum uppliva ótta/tunglyndi upp til tvey ár eftir barnsburð. Talan er um bólkar við 8 luttakarum. Bólkarnir byrja 20. august og hittast eina ferð um vikuna í 8 vikur.

Tíðin, tá ein gerst foreldur, kann vera bæði góð og avbjóðandi. Í sambandi við barnsburð henda stórar fysiskar og sálarligar broytingar yvir stutta tíð. Tílíkar broytingar kunnu økja um sárbarið hjá foreldrum og ávirka trivnaðin. Kanningar vísa, at umleið fimta hvør føroysk kvinna vísir tekin um mistrivnað og ótta í viðgongutíð – og at fjórða hvør upplivir mistrivnað eftir barnsburð.

Um stúranir fylla meira enn vanligt í tí dagliga, ella tú kennir teg kedda ella máttleysa, so kann tað vera tekin um, at tín trivnaður er í vanda. Hesar kenslur eru hvørki skeivar ella ósunnar. Sum oftast er talan um natúrligar reaktiónir, sum eru íkomnar av stórum broytingum ella truplum umstøðum.

Gev tær sjálvari eitt andarúm til at møtast við øðrum kvinnum í somu støðu.
Tað verður arbeitt við at lætta um tína støðu og stuðla undir tín trivnað.

Fokus verður á
• at normalisera, skilja og rúma truplum tankum og kenslum
• eginumsorgan og kensluregulering
• stuðul til at finna ró og styrki, so tú fært eina kenslu av tamarhaldi

Kennir tú teg aftur og ynskir at luttaka í bólki - ella hevur tú spurningar - kanst tú seta teg í samband við Rannvá Sloan Jørgensen á rs@rannvasloan.fo.
Tú kanst eisini venda tær til tína ljósmóður ella tín heilsufrøðing í Gigni, og tey hjálpa tær víðari.

„Ein góð byrjan” er royndarverkætlan, sum samstarvar við Ljósmøðratænastuna og Gigni um at veita skjóta hjálp til kvinnur, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð og eftir barnsburð. 🍂

21/10/2023

Í samband við at royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp til ung millum 15-35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, fer úr gildi 31. oktobur 2023, vil Sinnisbati heita á fíggjarnevndina at halda áfram við skipanini - eisini til aldursbólkin millum 25-35 a...

BÓLKAVIÐGERÐ Í OKTOBER 2023 ☘️Stríðist tú við ótta ella tunglyndi eftir barnsburð? Tíðin, tá ein gerst foreldur, er sum ...
11/08/2023

BÓLKAVIÐGERÐ Í OKTOBER 2023 ☘️

Stríðist tú við ótta ella tunglyndi eftir barnsburð?

Tíðin, tá ein gerst foreldur, er sum oftast gleðilig við hóskandi avbjóðingum. Samstundis kann tað eisini verða sálarliga tungt og torført at vera við barn ella at fáa eitt barn. Í dag vita vit, at ótti og tunglyndi ella onnur eyðkenni uppá vantandi sálarligan trivna er at síggja hjá fleiri kvinnum eftir barnsburð.

Fylla stúranir meira enn vanligt í tí dagliga? Kennir tú teg kedda ella máttleysa? So kann tað vera tekin um, at tín trivnaður er í vanda. Hesar kenslur eru hvørki skeivar ella ósunnar. Sum oftast er talan um natúrligar reaktiónir í mun til truplar umstøður ella broytingar í lívinum.

Gev tær sjálvari eitt andarúm til at møtast við øðrum kvinnum í somu støðu. Vit bjóða bólkatilboð í oktober, har vit málrættað arbeiða við at lætta um tína støðu og stuðla undir tín trivna.

Vit arbeiða við
* At normalisera, skilja, rúma og handfara angist og depressivum eyðkennum eftir barnsburð.
* Eginumsorgan og kensluregulering.
* Stuðul til at finna ró og styrki, so tú fært eina kenslu av tamarhaldi.

Um tú ert áhugað ella hevur spurningar, so kanst tú skriva til rs@rannvasloan.fo og upplýsa títt tlf. nummar, so venda vit aftur sum skjótast.
GG! Tað ber eisini til at luttaka, um tú ert ávístur av lækna umvegis ókeypis royndarskipanina til viðgerð fyri angist ella tunglyndi.

Talan er um ein minni bólk við 6 luttakarum. Vit byrja í oktober og møtast 6 ferðir, 2 tímar hvørja ferð.

Viðgerar
Rannvá Sloan Jørgensen, sálarfrøðingur, hevur í nógv ár arbeitt við sálarligari viðgerð, bæði einstaklinga – og bólkaviðgerð, innan psykiatriska økið og sum sjálvstøðugt virkandi.
Les meira her: https://rannvasloan.fo/

Sanne Storm, cand. mag og PhD í musikkterapi, hevur í nogv ár arbeit við angist og tunglyndi i viðgongutið og í fyrsta árinum eftir barnsburð. https://www.linkedin.com/.../urn:li:activity.../
https://www.gransking.fo/.../salarheilsan-undir...

Vit hava fyrr samstarvað um bólkatilboð til kvinnur við angist og tunglyndi í viðgongutíð og eftir barnsburð. Vit fylgja etiskum leiðreglum fyri norðurlendskar sálarfrøðingar og limum hjá Dansk Musikterapeutforening og leggja stóran dent á tagnarskyldu og tryggleika í bólkinum.☘️

11/08/2023

BÓLKAVIÐGERÐ Í OKTOBER 2023 ☘️

Stríðist tú við ótta ella tunglyndi eftir barnsburð?

Tíðin, tá ein gerst foreldur, er sum oftast gleðilig við hóskandi avbjóðingum. Samstundis kann tað eisini verða sálarliga tungt og torført at vera við barn ella at fáa eitt barn. Í dag vita vit, at ótti og tunglyndi ella onnur eyðkenni uppá vantandi sálarligan trivna er at síggja hjá fleiri kvinnum eftir barnsburð.

Fylla stúranir meira enn vanligt í tí dagliga? Kennir tú teg kedda ella máttleysa? So kann tað vera tekin um, at tín trivnaður er í vanda. Hesar kenslur eru hvørki skeivar ella ósunnar. Sum oftast er talan um natúrligar reaktiónir í mun til truplar umstøður ella broytingar í lívinum.

Gev tær sjálvari eitt andarúm til at møtast við øðrum kvinnum í somu støðu. Vit bjóða bólkatilboð í oktober, har vit málrættað arbeiða við at lætta um tína støðu og stuðla undir tín trivna.

Vit arbeiða við
* At normalisera, skilja, rúma og handfara angist og depressivum eyðkennum eftir barnsburð.

* Eginumsorgan og kensluregulering.

* Stuðul til at finna ró og styrki, so tú fært eina kenslu av tamarhaldi.

Um tú ert áhugað ella hevur spurningar, so kanst tú skriva til rs@rannvasloan.fo og upplýsa títt tlf. nummar, so venda vit aftur sum skjótast.
Tað ber eisini til at luttaka, um tú ert ávístur av lækna umvegis ókeypis royndarskipanina til viðgerð fyri angist ella tunglyndi.

Talan er um ein minni bólk við 6 luttakarum. Vit byrja í oktober og møtast 6 ferðir, 2 tímar hvørja ferð.

Viðgerar
Rannvá Sloan Jørgensen, sálarfrøðingur, hevur í nógv ár arbeitt við sálarligari viðgerð, bæði einstaklinga – og bólkaviðgerð, innan psykiatriska økið og sum sjálvstøðugt virkandi.
Les meira her: https://rannvasloan.fo/
Sanne Storm, cand. mag og PhD í musikkterapi, hevur í nogv ár arbeit við angist og tunglyndi i viðgongutið og í fyrsta árinum eftir barnsburð. https://www.linkedin.com/feed/update/urn:li:activity:7083063589816688640/
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/salarheilsan-undir-barnsburdi-og-eftir-foeding-kannad
Vit hava fyrr samstarvað um bólkatilboð til kvinnur við angist og tunglyndi í viðgongutíð og eftir barnsburð. Vit fylgja etiskum leiðreglum fyri norðurlendskar sálarfrøðingar og limum hjá Dansk Musikterapeutforening og leggja stóran dent á tagnarskyldu og tryggleika í bólkinum. ☘️

Eg bjóði sálarfrøðiliga viðgerð til ung og vaksin.
Supervisjón, undirvísing og fakliga vegleiðing.
Eg virki eftir sáttmála við heilsutrygd.

17/12/2022

TÍÐUM VERÐUR SPURT, HVAT KVINNUHÚSIÐ HEVUR AT BJÓÐA HARÐSKAPSRAKTUM?

Fleiri kvinnur, sum ringja til Kvinnuhúsið, eru ivasamar – og spyrja um tær hava ringt rætt. Tær yvast, tí tær IKKI ætla sær inn at gista, men ynskja at fáa ráð og vegleiðing um sína støðu viðvíkjandi harðskapi.

Yvirskipað er talan um tvey ymisk tilboð í Kvinnuhúsinum. Undir hvørjum tilboði eru fleiri onnur tilboð – men stutt og greitt so er talan um eina Kreppumiðstøð og eina Ráðgeving.

Á Kreppumiðstøðini kunnu kvinnur, sum eru útsettar fyri harðskapi og børn teirra gista í avmarkaða tíð. Um dagin starvast fakfólk við drúgvum arbeiðsroyndum innan harðskapsøkið á Kreppumiðstøðini, og um kvøldið og náttina svara sjálvbodnar vaktir telefonini.
Kreppumiðstøðin hevur tlf. 31 72 00, sum svarar alt samdøgrið – allar dagar í árinum.

Í Ráðgevingini kunnu harðskapsrakt í parlagi og nærsambondum ella avvarðandi fáa ráð og vegleiðing í mun til teirra støðu. Tey kunnu fáa psykoedukatión/undirvísing um harðskap, harðskapsdynamikkir, avleiðingar av harðskapi o.s.fr. Eisini kunnu tey verða víst til sálarfrøðing, sum er eitt ókeypis tilboð. Tilboð er eisini til harðskapsrakt at luttaka í sjálvhjálparbólki.
Í Ráðgevingini eru altíð fakfólk við drúgvum arbeiðsroyndum innan harðskapsøkið til arbeiðis. Ráðgevingin hevur opið yrkadagar frá kl. 9 – 16. Til ber at ringja á tlf. 31 72 00, skriva á post@kvinnuhusid.fo, FB ella Instagram 🌺

Adresse

Jóannesar Paturssonar Gøta 24
Tórshavn
100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sálarfrøðingur Rannvá Sloan Jørgensen sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Sálarfrøðingur Rannvá Sloan Jørgensen:

Del

Type