04/06/2025
Mín sera dugnaligi supervisor Kristian Eli Andersen hevur, saman við Erlu Højsted, útgivið eina bók um strongd, út frá einum metakognitivum perspektivi. Og so er hon eisini ókeypis. Góðan lesihug🤓
Ókeypis e-bók: Metakognitiv viðgerð av strongd
Nú havi eg gleðina av at kunna bjóða tykkum okkara nýggju e-bók um metakognitiva viðgerð av strongd, sum eg havi skrivað saman við dugnaligu Erlu Højsted.
Í bókini finnur tú ítøkilig amboð og vitan um, hvussu metakognitiv viðgerð kann hjálpa tær at handfara og fyribyrgja strongd á ein effektivan hátt. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at so nógv sum gjørligt fáa gagn av hesi vitan, og tískil er bókin heilt ókeypis at taka niður.
Tú ert vælkomin at deila hetta uppslagið, so onnur eisini kunnu fáa gleði av henni!
Góðan lesnað 🙂
Bæði ein føroysk og ein donsk versión eru tøkar her:
Føroysk versión
https://drive.google.com/file/d/1WTgDhq0fveVQKglrdQncAfy6976dUMK_/view?usp=share_link
Dansk version
https://drive.google.com/file/d/1z3VBBEDPfkkPSdWUkUyyWh9UZDBHKPHT/view?usp=share_link