Psykoterapeutur Margret Mortensen

Psykoterapeutur Margret Mortensen Terapi ið hjálpur við nógvum ymiskum lívstrupulleikum sí heimasíðuna www.psykoterapeuturin.fo Eg arbeiði við ymiskum lívstrupulleikum.

Eg havi terapi fyri fólki við ymiskum lívstrupulleikum.Terapiin tekur støði í tínum tonkum, kenslum og kroppi ( nervalagnum). Manglandi sjálvsálit, depressión, vreiði,sorg, trupulleikar í familiuni ella parlagnum, tvørrandi lívsgleði, einsemi, ósemjum, lívskreppum o.a. Hygg inn á heimasíðuna www.psykoterapeuturin.fo
Havi eisnini nógv ið eru rakt av álvarsligari sjúku og øðrum lívskreppum. Avvarðandi til sjúk fólk hava ofta brúk fyri terapi, at kunna klára at vera stuðul í truplum tíðum.

Parlagið má raðfestast fyri at blóma 💞🌸
19/04/2026

Parlagið má raðfestast fyri at blóma 💞🌸

Tað tykist vera lyklaorðið, um tú vilt hava eitt parlag at rigga og at halda.

Fyrilestur um sorgarbeiði 💜
17/04/2026

Fyrilestur um sorgarbeiði 💜

Í morgin :)
15/04/2026

Í morgin :)

Psykoterapi og parterapi kann viðføra eitt betri lív
14/04/2026

Psykoterapi og parterapi kann viðføra eitt betri lív

Parterapi er sergrein í míni terapi, og annars arbeiði eg við nógvum ymsum lívsavbjóðingum.

Fólk kunnu hava avbjóðingar av traumum, av familiutrupulleikum, av persónligum avbjóðingum.

Fólk kunnu møta sjúku og deyða, hetta kann ávirka lívsgóðskuna.

Eg havi eisini royndir á krabbameinsøkinum, í yvir 30 ár. Eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1983, og arbeitt innan krabbameinsøkið.

Sum psykoterapeutur MPF, havi eg tí eitt drúgvt innlit í sjúku, viðgerð o.a, ið ávirkar baði tann sjúka og familiuna.

Tað er umráðandi fyri teg og familiuna, at møta einum sálarviðgera, ið skilur støðuna tú stendur í.

Tað mest umráðandi er, at tora at arbeiða við hesum lívsavbjóðingum, at tora at seta hol á tað ið tyngir.

Tú kemur styrkt/styrktur víðari á lívsleiðini 💐

Sorgterapi, umráðandi persónligt arbeiði. Sera umráðandi at kunna liva víðari, hava minnir við sær, og megna lívið.Síggi...
11/04/2026

Sorgterapi, umráðandi persónligt arbeiði. Sera umráðandi at kunna liva víðari, hava minnir við sær, og megna lívið.

Síggi at hetta arbeiði ger mun hjá nógvum 💞

Havi arbeitt við hesum síðan 2012 og havt sorgarbólkar í 13 ár 🥰

❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️
04/03/2026

❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️❤️

Endamálið við kenslufokuseraðari parterapi er, at koma hertil 🥰❤️
11/02/2026

Endamálið við kenslufokuseraðari parterapi er, at koma hertil 🥰❤️

Psykoterapi hjálpur í nógvum lívsavbjóðingum 🥰
11/01/2026

Psykoterapi hjálpur í nógvum lívsavbjóðingum 🥰

Hvad stiller man op, når angsten har taget magten over ens liv? I dette afsnit taler vi med 27-årige Kevin, der har haft dødsangst, panikangst og sygdomsangs

Til allar mínar klientar , og øll pør ið arbeiða við parlagnum, eisini til tykkum øll,  ið ynskja at byrja hetta sera um...
23/12/2025

Til allar mínar klientar , og øll pør ið arbeiða við parlagnum, eisini til tykkum øll, ið ynskja at byrja hetta sera umráðandi arbeiði 🌟🌟

Gott jólagávuhuskot til pør og til familiuna 🥰❤️
09/12/2025

Gott jólagávuhuskot til pør og til familiuna 🥰❤️

09/12/2025

Góð jólagáva til pør ella familiuna 🥰❤️

12/11/2025

Adresse

Varðabú 1
Tórshavn
100

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Psykoterapeutur Margret Mortensen sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Psykoterapeutur Margret Mortensen:

Del

Terapi ger mun í lívsavbjóðingum

Eg havi terapi fyri fólki við ymiskum lívsavbjoðingum. Terapiin tekur støði í tínum tonkum, kenslum og kroppi (nervalagnum). Fólk koma til mín við avbjóðingum sum manglandi sjálvsálit, depressión, vreiði, sorg, trupulleikum í familjuni ella parlagnum, tvørrandi lívsgleði, einsemi, ósemjum, lívskreppum o.a.

Um avbjóðingarnar fáa loyva at nørast, og onki verður gjørt fyri at loysa tær, kunnu tær fylla so nógv í lívinum, at tað gongur út yvir lívsgóðskuna, og í nøkrum førum ennta elva til kroppsliga sjúku.

Hevur tú trupult við at seta mørk í parlagnum, við tíni nærmastu og á arbeiðinum? So ert tú als ikki tann einasti við hesi avbjóðing. Ofta hevur hetta fylgt tær alt lívið, og havt við sær, at tú ikki kemur til tín rætt, og kanska hevur mist títt sjálvsálit og sjálvsvirðing. Tað er møguligt at arbeiða við at styrkja teg sum persón og duga at merkja tíni mørk. Og tú vil merkja, at tá tú virðir teg sjálva/n, virða onnur teg enn meiri.

Gongur tað ikki nóg væl í parlagnum? Eisini hetta er ein sera vanligur trupulleiki. Parlagstrupulleikar kunnu loysast um tit eru áhugað at gera nakað við hetta - bæði tvey. Í parterapi kunnu tit bæði koma við tykkara avbjóðingum, og tit kunnu fáa nýggja vón um at tað trupla kann broytast, um tit eru áhuga at gera nakað aktivt við trupulleikan.