ADHD-felagið

ADHD-felagið Øll, sum taka undir við endamálum felagsins kunnu vera limir, eisini stovnar og fyritøkur!

ADHD-felagið er eitt felag fyri fólk við ADHD og teirra avvarðandi.

Í felagnum hitta vit onnur, sum kenna til ADHD í gerandisdegnum og skapa eitt netverk, sum kann stuðla og ráðgeva. Ert tú limur í felagnum, og vil við í limabólkin á Facebook, kanst tú melda teg til her: https://www.facebook.com/groups/adhdlimir

Ert tú ikki limur enn, kanst tú tekna teg sum lim her: https://adhd.fo/limaskapur/

Í hesum døgum eru vit í Oslo til árliga fundin við norðurlendsku ADHD feløgini 🇳🇴Í ár luttaka Noreg, Ísland, Danmark, Sv...
25/04/2026

Í hesum døgum eru vit í Oslo til árliga fundin við norðurlendsku ADHD feløgini 🇳🇴Í ár luttaka Noreg, Ísland, Danmark, Svøríki, Finland, Áland og Føroyar.

Vit er limir í felagsskapinum ADHD Norden, har norðurlendsku ADHD feløgini eru limir og skiftast vit til at møtast á hvørjum árið í okkara norðurlendsku londum. Her samstarva vit um at deila okkara vitan og tilfar. Vitan er ein týðandi táttur og amboð fyri at røkka málinum, og tí er sera týdningarmikið, at vit áhaldandi fylgja væl við og veita góða vegleiðing, og tað gera vit við eitt nú, at luttaka í samstørvum í Føroyum og uttanfyri Føroyar.
Gott at minnast til at taka regluligar pausur, serliga eftir ein langan dag, har vit hava sitið og verið nógv konsentreraði 😊

Vit í felagnum verða ofta biðin at koma út á stovnar og skúlar, at fortelja um ADHD 🙌 Í dag var okkara Maybritt við Stro...
13/04/2026

Vit í felagnum verða ofta biðin at koma út á stovnar og skúlar, at fortelja um ADHD 🙌 Í dag var okkara Maybritt við Strond í kreativa skúlanum Rótini í Klaksvík og hevði fyrilestur um ADHD 😊 Fyrispurningar um fyrilestur um ADHD kunnu sendast til adhd@adhd.fo ella ringja á tlf 228898😊

ADHDvitan tiltak í dagStóra takk Torunn Højgaard Osa fyri týdningarmiklu granskingina, ið staðfestir týdningin av tíðlig...
11/04/2026

ADHDvitan tiltak í dag

Stóra takk Torunn Højgaard Osa fyri týdningarmiklu granskingina, ið staðfestir týdningin av tíðliga útgreining, bæði fyri at fyribygja stressrelateraðar sálarsjúkur, ið hanga saman við seinari útgreining, og fyri at tryggja javnbjóðis atgongd til skúla, arbeiðsmarknaðin, góða sálarheilsu og lívsgóðsku.

Takk Eyðdis Hartman Niclasen, komandi landsstýriskvinna í heilsumálum, og øll tit mongu fyri at koma.
Tiltakið varð stroymt, leinkjan er her: https://www.youtube.com/live/OU3t1RI0Ca0

Samgongan minnist til okkara! 🙌Vit eru væl nøgd við nýggja samgonguskjalið og síggja fleiri batar til frama fyri fólk vi...
10/04/2026

Samgongan minnist til okkara! 🙌

Vit eru væl nøgd við nýggja samgonguskjalið og síggja fleiri batar til frama fyri fólk við ADHD/ADD og øðrum neuromenningarligum avbjóðingum 💙. Serliga fegin eru vit um, at Barna- og ungdómspsykiatriin positivt er nevnd 😊, men vit harmast um, at vaksinpsykiatriin ikki er nevnd, tí tað standa fleiri enn 850 vaksin fólk og bíða eftir útgreining fyri ADHD/ADD ⏳.

Tó so fegnast vit um fleiri setningar í samgonguskjalinum – her eru nakrir av teimum:

- Barna- og ungdómspsykiatriin skal styrkjast, so bíðitíðirnar til útgreining verða styttar, og viðgerð kann bjóðast skjótt ⚕️

- Tilboð skulu vera til tey, sum ikki trívast og aftra seg við at fara í skúla 🏫

- Øll hava rætt til menning, læring og skúlagongd 📚, og tí skal sernámsfrøðiliga økið betrast

- Støðið skal altíð takast í næminginum 👧🧑, og tí skal tænastan flytast nærri næminginum

- Skipanin við Sernámi skal eftirmetast 🔍

- Ung við serligum tørvi skulu hava møguleika til at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving 🎓

- Vit skulu skipa eina endurmenningar- og endurvenjingareind, sum tryggjar neyðuga viðgerð og samskipan 🤝, har sjúklingurin hevur eitt stað at venda sær til

- Orðblindaøkið má raðfestast og skipast betri í skúlaverkinum ✍️

- Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleikar til at virka javnbjóðis við onnur í samfelagnum 🙋‍♂️

- Atkomuviðurskifti hjá teimum við skerdum førleika skulu tryggjast í almenna rúminum 🚪

Felagið ynskir nýggja løgtinginum og landsstýrinum blíðan byr 🌟

02/04/2026
Vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir 💛🐣
31/03/2026

Vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir 💛🐣

25/03/2026

ADHD-felagið
Vit ynskja, at siga stóra takk til øll, sum arbeiða fyri okkara undirraðfesta økið og bestu eydnu við valinum 😊

ADHDfelagið er politiskt óheft, men til valið vilja vit deila lesarabrøv vm, sum vit verða taggaði í frá valevnum, sum vilja arbeiða fyri okkara økið – um tað verið seg psykiatriin, hjálp til familjuni, úti á stovnum, skúlum, arbeiðsmarknað, á ellisheimum ella annað.

Minst til okkara, tá tú setur krossin🥳

Ert tú valevni, so minst til at tagga okkum.

Adresse

Íslandsvegur 10C
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:00 - 13:00
Onsdag 08:00 - 13:00
Fredag 08:00 - 13:00

Telefon

+298202303

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når ADHD-felagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til ADHD-felagið:

Del