16/04/2026
Kennir tú eina mammu? Eina sum er við barn ella skal eiga?
Allar mammur eru ymiskar og hava harvið ymiskan tørv á hjálp. Men flest allar mammur eru samdar í, at tað altíð kemur væl við, at fáa eina hjálpandi hond. Tín hjálp kann gera mun🤍
Hvat kanst tú gera?
Tú kanst m.a bjóða teg til at hjálpa við onkrum konkretum, so sum:
- At rudda ella gera reint
- At vaska klæðir
- At keypa inn fyri hana
- At gera døgurða
- At vitja hana og hava ein drekkamunn við
- At avheinta hini børnini, um hon hevur onnur børn
- At spæla við hini børnini
- At bjóða teg at fara trillitúr, soleiðis at hon fær tíð til okkurt annað ímeðan
- At spyrja hvussu hon hevur tað
- At spyrja hana hvat tú kanst gera fyri hana og hennara
Tú kanst gera mun!