02/11/2024
📣📣📣 Her eru vit - ergoterapeutarnir - sum starvast í Barnaergoterapiini á Tinghúsvegnum í Havn 🥰
🌻🌻🌻HEVUR BARN TÍTT AVBJÓÐINGAR Á STOVNI, Í SKÚLA ELLA Í GERANDISDEGNUM?🌻🌻🌻
🌸 Sum ergoterapeutar ráðgeva vit og viðgera børn og ung í aldrinum 0-18 ár, ið hava ymiskar avbjóðingar sum t.d. munn-, fín, og grovmotoriskar trupulleikar, ADHD, autismu, ólag í sansaskipanini og ymiskt annað.
🌸 Vit hava sáttmála við Heilsutrygd, og ein ávísing dekkar helvtina av gjaldinum (prísur pr. viðgerð við ávísing er 335,59 kr). Í summum førum kann øll upphæddin endurrindast.
🌸 Viðgerðirnar fara fram í stóru viðgerðarhølunum á Tinghúsvegi 54, á skúlanum á Trøðni, í Miðgarði og í Dreymasóljuni í Miðvági. Og annars eftir avtalu í heimi ella á stovni.
🌸 Vit bjóða serkøna hjálp, og nýta m.a. valideraði arbeiðsamboð so sum sansamotoriskar og munnmotoriskar kanningar, Sensory Processing Measure (sansaprofil) og Movement ABC.
🌸 Ein vaksandi bólkur av børnum, ið vit hjálpa, eru tey, sum kenna seg ørkymlað ella hava trupult við at trívast í skúlanum – ofta av órógv ella skúlaaftran. Við okkara servitan kunnu vit veita stuðul til barnið, avvarandi og lærarar, sum hjálpir barninum at fáa ein betri gerandisdag.
🌸 Set teg í samband við okkum, púra óbindandi, fyri at fáa meiri at vita um, hvussu vit kunnu hjálpa tínum barni ❤️
Heidi Jacobsen 📞 586315
Elsa Debes 📞 258852
Jenny L. Højgaard 📞 269299
Katrin Jespersen 📞 220200
Sissal Jespersen 📞 288779
Óluva Áarberg 📞 276565
Unn Thomsen 📞 580320
Anna R. M Lamhauge og -Mari Sigurheim koma aftur til arbeiðis í 2025 eftir barnsburðarfarloyvi 😍