03/03/2026
🌍 Altjóða Hoyridagur 3. mars 👂
WHO hevur ásett 3. mars at verða altjóða hoyridag og tá verður varpa ljós á hoyrn og hoyriheilsu.
Visti tú, at óviðgjørdur hoyrimissur økir um vandan fyri demens?
Sambært frágreiðing hjá The Lancet Commission hevur óviðgjørdur hoyrimissur størstu ávirkan á vandan fyri at fáa demens – jú størri hoyrimissur, jú størri er vandin. Tí er tað av stórum týdningi at staðfesta og viðgerða hoyrimiss tíðliga.
Tá hoyrnin versnar spakuliga, er lætt at laga seg eftir støðuni, men við tíðini kann tað t.d. ávirka:
🔹 Samskiftið við familju og vinir
🔹 Luttøku í sosialum samanhangum
🔹Sálarligan trivnað og sjálvsálit
❤️ At hoyra er at taka lut. Góð hoyrn ger tað lættari at vera virkin í samrøðum og kenna seg sum part av felagsskapinum. At ansa eftir hoyrnini er ein partur av at ansa eftir tær sjálvari/sjálvum.
Hevur tú varhugan av, at hoyrnin er broytt? So er tað ein góð íløga at fáa hana kannaða.
📅 Bóka tíð á hoyrnin.fo ella ring á 321731
Smá stig í dag kunnu gera ein stóran mun í morgin.