Landssjúkrahúsið - National Hospital of the Faroe Islands

Landssjúkrahúsið - National Hospital of the Faroe Islands Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum við umleið 29 sergreinum og 120 seingjarpl?

Okkara visjón er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum heima í Føroyum, og har hetta ikki er møguligt, so at tryggja sjúklingum viðgerð ígjøgnum gott samstarv við sjúkrahús uttanlands.

Á Landssjúkrahúsinum eru uml. 900 starvsfólk býtt í 30 starvsbólkar

•29 sergreinar (íroknað 9 konsulentskipanir)
•120 seingjarpláss
•8.000 árligar innleggingar
•50.000 árliga

r ambulantar vitjanir
•492.000 árligar greiningar í klinisk kemi
•32.000 árligar røntgenkanningar, harav 8% frá Suðuroyar Sjúkrahúsi og 17% frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Kom á føðifyrireiking á Landssjúkrahúsinum!Skeiðið verður 27. mai og 3. juni í Veitsluhøllini á Eirargarði 7. Tilmelding...
04/05/2026

Kom á føðifyrireiking á Landssjúkrahúsinum!

Skeiðið verður 27. mai og 3. juni í Veitsluhøllini á Eirargarði 7. Tilmelding er ikki neyðug.

Les meira um viðgongdutíð, føðing og tíðina eftir føðing á heimasíðu okkara: https://www.sjukrahus.fo/barnakonur

Forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri til LandssjúkrahúsiðHeilsu- og orkumálaráðið søkir eftir einum dugnali...
30/04/2026

Forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri til Landssjúkrahúsið

Heilsu- og orkumálaráðið søkir eftir einum dugnaligum og framskygdum stjóra at standa á odda fyri føroyska sjúkrahúsverkinum. Starvið fevnir bæði um ábyrgdina sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sum sjúkrahússtjóri fyri Landssjúkrahúsið.

Um Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Samanlagt eru 169 sengur, umleið 1.200 ársverk og ein árligur rakstur á umleið 1,2 mia. kr. Í Sjúkrahúsverkinum eru árliga umleið 12.000 innleggingar, 130.000 ambulantar viðgerðir, 5.000 skurðviðgerðir umframt 1.900 sjúklingar í viðgerð uttanlands.

Sjúkrahúsverkið hevur ein týðandi leiklut í føroyska heilsuverkinum og samstarvar við sjúkrahús uttanlands og við konsulentar innan ymiskar sergreinar, sum regluliga arbeiða í Sjúkrahúsverkinum. Samstundis stendur heilsuverkið yvir fyri vaksandi krøvum, tøkniligari menning, tørvi á fakligari sergreining og avmarkaðum tilfeingi.

Sum forstjóri hevur tú evstu leiðsluábyrgdina av samlaða sjúkrahúsverkinum og skal virka fyri at tryggja eina greiða strategiska kós, fakliga menning og burðardyggan rakstur. Tú skal saman við leiðslutoyminum menna eitt sterkt og samanhangandi sjúkrahúsverk, har uppgávur, førleikar og tilfeingi verða gagnnýtt á skilagóðan hátt.

Les meira um Sjúkrahúsverkið á sjukrahus.fo.

Starvið
Starvið fevnir um bæði yvirskipaða og dagliga leiðslu. Sum forstjóri ert tú sambindingarlið millum Sjúkrahúsverkið og Heilsu- og orkumálaráðið og hevur ábyrgd av strategiskari menning, fíggjarstýring og starvsfólkapolitikki. Tú hevur ábyrgd av at menna øll trý sjúkrahúsini – við hvør sínum profili.

Sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum hevur tú beinleiðis ábyrgd av virkseminum, herundir tryggja dygd, sjúklingatrygd, framdrift og væl skipað arbeiðsviðurskifti.

Dentur verður lagdur á:
▪ at styrkja fakliga góðsku og samanhang í viðgerðartilboðum
▪ at menna greiðar raðfestingar og haldføra fíggjarstýring
▪ at tryggja rekruttering og menning av heilsustarvsfólkum
▪ at menna og styrkja samstarv, bæði innanlands og uttanlands
▪ at leiða broytingar og tillagingar í einum øki í støðugari menning
▪ at tryggja samanhangandi sjúklingagongdir

Um teg
Tú hevur kandidatútbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta. Tú hevur hollar leiðsluroyndir, og eina greiða heildarfatan av, hvussu ein almennur stovnur verður stýrdur og mentur.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í virksemið og stýring á heilsuøkinum, herundir fíggjarstýring og heilsubúskap. Tú kennir treytirnar í politiskari fyrisiting og dugir at virka trygt og skilagott í almennum og politiskum umhvørvi, har ymisk atlit og áhugamál skulu javnvigast.

Sum stjóri ert tú savnandi og álitisvekjandi. Tú dugir at taka greiðar og væl grundaðar avgerðir, seta eina felags strategiska kós og tryggja framdrift og úrslit – eisini tá treytirnar eru torgreiddar ella broytingar eru fyri framman. Tú hevur mennandi leiðsluhátt og dugir at menna bæði leiðarar og starvsfólk.

Tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni, góðar samskiftis- og semjuførleikar og dugir at umboða stovnin á ein virðiligan, greiðan og sannførandi hátt. Eisini hevur tú evni at seta í verk fyriskipanir og tryggja, at ætlanir verða førdar út í lívið.

Setanarviðurskifti
Starvið er áramálssett í 5 ár við møguleika fyri leingjan í upp til 3 ár.

Starvið er lønt sambært 39. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins umframt áramálsviðbót. Eftirlønargjaldið er 15% av grundløn og áramálsviðbót.

Setanarøkið er Heilsu- og orkumálaráðið og stovnar undir tí. Forstjórin vísir til aðalstjóran í Heilsu- og orkumálaráðnum. Stjórin skal tola broytingar í starvsinnihaldinum.

Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Heilsu- og orkumálaráðið á homr@homr.fo í seinasta lagi tann 21. mai 2026. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, á telefon 734002.

24/04/2026

Vit vóru við til tiltakið “Vinnan vitjar” á Glasi.

Básurin varð væl vitjaður, og spurningarnir vóru nógvir.

Endamálið við tiltakinum er at vísa lærlingum, næmingum og lesandi á útbúgvingar-, arbeiðs- og karrierumøguleikar í Føroyum.

Reservelæge til gynækologi og obstetrik på LandssygehusetSí lýsing í fyrstu viðmerking 👇
23/04/2026

Reservelæge til gynækologi og obstetrik på Landssygehuset

Sí lýsing í fyrstu viðmerking 👇

Kostfakligt starvsfólk til køkin á LandssjúkrahúsinumSí lýsing í fyrstu viðmerking 👇
20/04/2026

Kostfakligt starvsfólk til køkin á Landssjúkrahúsinum

Sí lýsing í fyrstu viðmerking 👇

Overlæge i psykiatri til Landssygehuset på Færøerne
20/04/2026

Overlæge i psykiatri til Landssygehuset på Færøerne

Læknaskrivari til Skurðdepilin Sí lýsing í fyrstu viðmerking 👇
15/04/2026

Læknaskrivari til Skurðdepilin

Sí lýsing í fyrstu viðmerking 👇

Starvsfólk til Leiðbeining á LandssjúkrahúsiðSí lýsingina í fyrstu viðmerking 👇
13/04/2026

Starvsfólk til Leiðbeining á Landssjúkrahúsið

Sí lýsingina í fyrstu viðmerking 👇

Sjúkrarøktarfrøðingur til H1, vestaru eind á medisinska deplinumSí lýsing í fyrstu viðmerking 👇
10/04/2026

Sjúkrarøktarfrøðingur til H1, vestaru eind á medisinska deplinum

Sí lýsing í fyrstu viðmerking 👇

Køkurin á Landsjúkrahúsinum søkir eftir lærlingiSí lýsing í fyrstu viðmerking 👇
10/04/2026

Køkurin á Landsjúkrahúsinum søkir eftir lærlingi

Sí lýsing í fyrstu viðmerking 👇

KØKURIN Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM GER HEIMAGJØRD PÁSKAREGGFram ímóti páskahøgtíðini hava starvsfólkini í Køkinum á Landssjúkr...
05/04/2026

KØKURIN Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM GER HEIMAGJØRD PÁSKAREGG

Fram ímóti páskahøgtíðini hava starvsfólkini í Køkinum á Landssjúkrahúsinum gjørt serlig páskaregg til sjúklingarnar, sum eru innløgd á páskum.

Tey vanligu marsipan og sjokulátaeggini eru altíð góð og smakka væl, men tað eru ikki øll, sum hava møguleikan at fáa sær av hesum.

Fyri Køkin hevur tað týdning, at tað verður gjørt nógv burturúr, so øll fáa okkurt gott á páskum. Tí hava vit m.a. gjørt heimagjørd kinderegg til børnini og grating egg til tey, ið hava tyggi- og svølgi trupulleikar.

At arbeiða við hesum, er somuleiðis mennandi fyri okkara lærlingar, har tey saman við útlærdum starvsfólkum læra at framleiða ymiskt til matna til øll á Landsjúkrahúsinum, eisini á páskum.

Køkurin ynskir øllum einar gleðiligar páskir.

Bioanalytikarar ella annað heilsustarvsfólk til Rannsóknarstovuna á LandssjúkrahúsinumSí lýsing í fyrstu viðmerking 👇
31/03/2026

Bioanalytikarar ella annað heilsustarvsfólk til Rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum

Sí lýsing í fyrstu viðmerking 👇

Adresse

J. C. Svabosgøta 41-49
Tórshavn
100

Telefon

+298304500

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Landssjúkrahúsið - National Hospital of the Faroe Islands sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del

Type