Málmót

Málmót Málmót er ein privat fyritøka, sum bjóðar útgreining og vegleiðing í sambandi við innlæringartrupulleikar og talutrupulleikar hjá børnum og vaksnum.

Tað kann vera eitt ADHD ella eitt orðblindni, sum seinkar innlæringini. Ein staming, sum darvar taluna. Eitt apopleksi ella annað hindur fyri, at ein fær úttrykt seg. Vit møta tær í tínari støðu og vegleiða um røttu hjálpina. www.málmót.fo

06/11/2024
Í DAG ER FRAMLØGA AV VIRKNUM FØROYSKUM TALUKENNARASo er føroyski talukennarin klárur at brúka :) Dictus Sun eitur forrit...
28/08/2024

Í DAG ER FRAMLØGA AV VIRKNUM FØROYSKUM TALUKENNARA

So er føroyski talukennarin klárur at brúka :)

Dictus Sun eitur forritið, sum hevur lært seg at skilja føroyskt og at gera talu til skrift. Hetta eru vit sera spent at sleppa at vísa tykkum.

Tíð: 28. august 2024 kl. 14:00

Stað: Smæran, J.H. Schrøtersgøta 7, Tórshavn

Skrá:
• Vælkomin

• Gjøgnumgongd av forritinum

• Framløga við føroyska málinum á ymiskum pallum

• Hvussu riggar Dictus Sun saman við øðrum hjálparforritum?

• Hvørji krøv eru til brúkaran?

• Hvussu fáa vit talukennaran enn betri?

Vit vóna, tit seta stundir av til hesa løtu saman við okkum. Sí meira kunning í fylgiskjali.

Vinaliga vegna grunnin

Karin Kass, íverkseti og samskipari Tlf. 21 82 22
Talutøkni

Til útgreiningar av børnum og ungum í Føroyum søkir ADD Klinikken í Århus eftir føroyskum sálarfrøðingum við hollum royn...
24/03/2023

Til útgreiningar av børnum og ungum í Føroyum søkir ADD Klinikken í Århus eftir føroyskum sálarfrøðingum við hollum royndum innan psykiatri og útgreining.

Talan er um útgreining av ADHD/ADD og autismu, og arbeiðið verður gjørt í samráði við sálarfrøðingar á ADD Klinikken.

Arbeiðsstaðurin verður í Havn.

Arbeiðstíðin verður 37 tímar um vikuna fram til 1. januar 2024 við møguleika fyri leingjan.

Hug at søkja?
Skriva eina umsókn á donskum og maila hana við avritum av CV og viðkomandi skjølum Nannu Kruuse, sálarfrøðing á ADD Klinikken, á nanna@addklinikken.dk.

Umsóknarfreistin er 03. apríl 2023.

Vilt tú vita meira um størvini?
Ver vælkomin at seta seg í samband við Nannu á nanna@addklinikken.dk

Les eisini um størvini í viðfesta PDF’i á https://malmot.fo/project/add-klinikken-i-aarhus-soekir-eftir-salarfroedingum-til-arbeidi-i-foeroyum/

Síggj meira um ADD Klinikken á www.addklinikken.dk

Vegna ADD Klinikken,

Málmót

Til útgreiningar av børnum og ungum í Føroyum søkir ADD Klinikken í Århus eftir føroyskum sálarfrøðingum við hollum royndum innan psykiatri og útgreining.

22/12/2022

Í dag tók nýtt landsstýri við í Føroyum, hjartaliga til lukku øll somul, vit ynskja tykkum blíðan byr. 🇫🇴

Hetta brotið er úr samgonguskjalinum, sum vit serliga fegnast um.

“Atgongdin hjá sjónveikum, lesiveikum og skriviveikum verður styrkt. Umstøðurnar hjá teknmáli, talulæru og øðrum samskiftishættum verða mentar. Føroyska teknmálsorðabókin verður liðugt ment”❤️

Leingi livi dagurin í dagMeira enn tíggjundi hvør føroyingur hevur ilt við at lesa og harvið at tilogna sær vitan. Tá er...
01/12/2022

Leingi livi dagurin í dag
Meira enn tíggjundi hvør føroyingur hevur ilt við at lesa og harvið at tilogna sær vitan. Tá er teldutalan góð, tí hon lesur tekstin upp, so at ein sær og hoyrir hann samstundis. Tess fleiri sansir, ein brúkar til læring, tess størri er møguleikin fyri, at lærdómurin festir seg. Hjá mongum er teldutalan soleiðis eitt fundamentalt amboð at tilogna sær vitan við og til at fylgja við, hvat sker.
Eisini tilflytarar gleðast um teldutaluna
Teir nýta hana til at lurta eftir, hvussu føroyskt skal úttalast – orð fyri orð, stav fyri stav – til tað situr, um hon so skal siga sama orð og setning túsund ferðir.
Og sum hin fyrsti hevur ein politiskur flokkur í Føroyum nú teldutaluna á heimasíðu síni
Tað er tekin um, at teldutalan er við at gerast tað púra vanliga samskiftisamboð, sum hon eigur at vera. Summir almennir stovnar hava gingið undan og hava brúkt hana leingi, og nú henda nýggj framstig.
Soleiðis er at stórfegnast um, at við Bjørt Samuelsen á odda hevur Tjóðveldi fingið teldutaluna á heimasíðu sína og ruddar harvið eitt pláss til teirra, sum stríðast í stillum at fylgja við í samskiftinum á internetinum. Á fólksins dagliga tingi.
Síggið og hoyrið teldutaluna á www.tjodveldi.fo. Hon sæst sum eitt lítið oyra ovarlaga á síðuni. Trýstið á og veljið tekst, og hon lesur.

Tjóðveldi

Málmót umboðar nú ReadIT í Føroyum Í samstarvi við svensku fyritøkurnar Insipio og Acapela Group hevur Málmót tikið við ...
18/11/2022

Málmót umboðar nú ReadIT í Føroyum

Í samstarvi við svensku fyritøkurnar Insipio og Acapela Group hevur Málmót tikið við umboðnum av ReadIT í Føroyum.

ReadIT er forrit, sum við talu og skrift ger tað møguligt hjá lesiveikum og skriviveikum at ferðast á heimasíðum líka væl sum onnur.

ReadIT tosar føroyskt:
Við ReadIT ber tí væl til hjá stovnum og fyritøkum her heima at bjóða føroyingum javnbjóðis atgeingi til heimasíður.

Javnbjóðis atgeingi fer at verða ein rættur:
Helst fara føroyskar heimasíður tí um ikki so langa tíð at skula lúka strangari krøv um javnbjóðis atgeingi. Gingið verður væntandi eftir standardinum hjá W3C. Hetta er stytting fyri The World Wide Web Consortium, sum er non-profit felagsskapur, ið arbeiðir fyri standardiseraðum og brúkaravinarligum webloysnum.

Um samstarvsfelagarnar Insipio og Acapela Group:
Insipio hevur heimstað í Karlshamn og hevur síðan 2002 havt sum mál at gera vitan og tænastu á netinum líka atkomuligar fyri øll, ReadIT er ein varði hjá fyritøkuni fram ímóti málinum. Nýggjasta versiónin av ReadIT er júst útkomin og lýkur sjálvsagt W3C-standardin. Acapela Group hevur heimstað í Stockholm og hevur síðan 2003 gjørt teldutalur til alskyns mál og endamál. Acapela hevur saman við føroyingum eisini gjørt føroysku teldutaluna, og ReadIT hevur hana innbygda. Hon hevur roynst væl, og við nýggjari dagføring frá Acapela verður hon skjótt enn betri.

Kundi tú hugsað tær ReadIT á tykkara heimasíðu?

Ring til Málmót á 219190 ella skriva á mvs@malmot.fo
Vit hava opið mánadag til fríggjadag frá 8 til 16.

Leinki Insipio: www.insipio.se Acapela Group: www.acapela-group.com W3C: www.w3.org

The World Wide Web Consortium (W3C) is an international community where Member organizations, a full-time staff, and the public work together to develop Web standards.

💥🌪ADHD Á ARBEIÐSMARKNAÐINUM🌪💥Nýggjur poddur er úti!🎧Oktobur er altjóða ADHD-mánaður. Í tí sambandi hava vit valt at varp...
10/11/2022

💥🌪ADHD Á ARBEIÐSMARKNAÐINUM🌪💥
Nýggjur poddur er úti!🎧
Oktobur er altjóða ADHD-mánaður. Í tí sambandi hava vit valt at varpa ljós á "ADHD/ADD og arbeiðsmarknaðin". Talið av fólki, ið fáa staðfest ADHD og ADD tykist vera alsamt vaksandi, og man noyðist ikki at seta seg nógv inn í evnið, fyri at fáa eina fatan av, at henda diagnosan ávirkar at kalla alt lívið hjá einum, sum hevur tað. Tí er nærliggjandi at hugsa, at ADHD eisini ávirkar eins arbeiðslív🌪🤯💥
Men hvussu ávirkar ADHD arbeiðið? Hvørjar avbjóðingar møtir man týpiskt? Hvørjar uppgávur kunnu verða truplar hjá fólki við ADHD at loysa? Og er nøkur hjálp at heinta?🤝
At greiða okkum frá um ADHD og ADD og møguligar loysnir hava vit fingið Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD-felagnum, og Maybritt við Strond, sum eigur fyritøkuna Málmót, í studio🫶
Poddurin er tøkur í leinkinum niðanfyri, á Spotify og á Apple Podcasts🎧🎤
Okur hoyrast!💛

Oktoburmánaði var altjóða adhd-mánaði. Í tí sambandi hava vit valt at varpa ljós á adhd og adhd á arbeiðsmarknaðinum. Talið av fólki, ið fáa staðfest ADHD og ADD tykist vera alsamt vaksandi, og man noyðist ikki at seta seg nógv inn í evnið, fyri a...

Vit hava fingið nýggj hølir í niðastu hædd í Smæruni. Síggjast 🙂
19/08/2022

Vit hava fingið nýggj hølir í niðastu hædd í Smæruni. Síggjast 🙂

Farna hósdag legði Tjóðveldi hetta frálíka uppskot fyri LøgtingiðHelst kemur tað til fyrstu viðgerð í aðru viku.Uppskoti...
22/02/2022

Farna hósdag legði Tjóðveldi hetta frálíka uppskot fyri Løgtingið

Helst kemur tað til fyrstu viðgerð í aðru viku.

Uppskotið merkir í praksis, at fólk, ið hava ein niðursettan virkisførleika sum t.d. eitt orðblindni, sjóntarn ella annað hindur, fáa betri atkomu til kunning og tænastur á heimasíðum hjá almennum myndugleikum og stovnum. Soleiðis vil uppskotið tryggja, at allir borgarar fáa sama møguleika at brúka almenn tilboð.

Eingin eigur at vera avskorin frá hesum orsakað av niðursettum virkisførleika.❤️

Vónandi taka allir flokkar undir við hesum fína og fevnandi uppskoti.

https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9951&fbclid=IwAR1p3Les6Zg1CwNOFTR3Kj_9I5h8tUoDQWgfJEEv9hP_BUANif9vutsd1Sk

01/10/2021

Vil viðmæla øllum at síggja hesa røðina hjá DR1 um orðblindni.

Í okkara landi stríðast nógv á sama hátt sum hesir djørvu ungdómar. Ja, helst enn meira, tí framvegis er orðblindni eitt tabu her á landi, og framvegis mangla lesi- og skrivitøknilig amboð í føroyskum. Tey gagna ikki bert teimum, sum hava eitt orðblindni. Tey gagna okkum øllum.

Tí er tað veruliga tørvur á einum politiskum flaggbera, sum tekur máltøknina í álvara, og sum sær, hvussu týdningarmikil partur av okkara samskifti, hon er vorðin og enn meira fer at verða.

Ein av luttakarunum í DR-sendingini sigur tað so greitt:

”Jeg ville ønske, at de forstod hvad teknologien har udviklet sig til, og hvad du kan få hjælp til. Når du får undervisning i brugen af LST (lesi- og skrivitøkni), så kan du gå fra godt til bedre. Det er ligesom at lære at løbe hos en løbecoach – alt bliver pillet fra hinanden og du skal lære en ny strategi. Når du så får det bygget op, kan du nå meget længere og hurtigere end med den gamle strategi.”

Ein góðan dag til tykkara, og tað er púrasta okey, at hava eitt orðblindni 💙

Adresse

Bøgøta 15, Niðast T. V
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:00 - 16:00
Tirsdag 08:00 - 16:00
Onsdag 08:00 - 16:00
Torsdag 08:00 - 16:00
Fredag 08:00 - 16:00

Telefon

+298219190

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Málmót sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Málmót:

Del