31/10/2021
Hettar hevur verið ein hendingarík vika, við bæði skeiði og ráðstevnu, har eg havi møtt inspirernadi fólki frá ymiskum londum í Europa. Bæði úr Danmark, Italia, Ongland, Svøríki, Noregi og Finlandi. Eg eri nú full av íblástri, og gleði meg til at byrjað arbeiðsvikuna,í mínum nýggjum hølum í Jóhannesar Paturssonar gøtu 24.
Mánadagurin byrjaði við skeiði her í Havn við "Pernillefys.dk", sum er fysioterapeut, rithøvundur og eldsál innan fyri børn og stress. Áhugaðir dagar saman við heili 23 ørðum fysioterapeutum og ergoterapeutum i Føroyum.
I vikuskiftinum havi eg siti frammanfyri telduni heima hjá mær sjálvum og luttikið í Nordic Osteopathic Congress, sum skuldi vera í Finlandi, men varð á alnótini í staðin. Fantastiskt at kunna fyljga við í nýggjastu gransking og fáa ymsar vinklar uppá osteoapti og heilsu.
Hvat er tað inspirerandi at møta so nógvum fólki, sum brenna so nógv fyri sínum arbeiði og hava eina niche, sum tey halda er so spennandi. Tað smittar av og gevur ein áhuga og inpiration til nýggj átøk, sum vónandi kunnu hjálpa enn fleiri, ið koma til viðgerð hjá mær.
Lærdómur og menning er altið gott, og tað er fantastiskt, at vit kunnu læra frá okkara kollegum ymsa staðni kring heimin.