FarGen

FarGen Her kanst tú kunna teg um FarGen, sum liggur undir Heilsustýrinum. Eisini verður víst á viðkomandi tilfar um genom- og ílegugransking.

Á hesi síðuni fært tú kunning um FarGen-verkætlanina, og tú kanst fylgja gongdini í verkætlanini.

FARGEN 2 KOMIÐ Á MÁLÍ dag komu vit á mál við FarGen 2, tá vit rundaðu 3.500 luttakarar, eftir at hava verið í gongd við ...
31/03/2025

FARGEN 2 KOMIÐ Á MÁL
Í dag komu vit á mál við FarGen 2, tá vit rundaðu 3.500 luttakarar, eftir at hava verið í gongd við at útvega luttakarar í júst trý ár. Tilsamans eru sostatt 5.000 luttakarar nú við í FarGen-dátugrunninum.

Síðsti luttakarin í dag var serliga innboðin. Pál Weihe fekk heiðurin at runda FarGen av, tá hann var hin seinasti yvirhøvur at fara gjøgnum kanningarnar. Pál kann sigast at vera faðir at FarGen, og átti hann upprunaliga hugskotið til verkætlanina. Tí var sjálvsagt, at hann eisini skuldi seta punktum seinnapartin í dag.

Hátíðardámur var í Heilsustýrinum, nú hesin varðin varð settur, og øll tey, sum hava verið við í tilgongdini at røkka stóra luttakaratalinum, vóru boðin at hátíðarhalda sermerktu løtuna.
Hóast eitt mál nú er rokkið, so er langur vegur eftir á mál. Nú fer sjálv granskingin í gongd, og farið verður undir at fremja tey málini, sum eru sett fyri FarGen 2:

1. At kanna fýra sjúkur við høgum títtleika í Føroyum: Diabetes, høgt blóðtrýst, tarmbrunasjúku og ávísar giktsjúkur.
2. At menna føroyska tilvísingargenomið, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum.
3. At kanna, hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag og fáa kunnleika um søguna hjá føroysku populatiónini.

Eisini verður farið undir at menna ein leist fyri persónlagað medisin í Føroyum.

Heilsustýrið takkar øllum teimum, sum hava givið sítt íkast til føroyska ílegugransking við at luttaka í FarGen.

Á fyrru myndini síggjast f.v. Guðrið Andorsdóttir, varastjóri í Heilsustýrinum, Pál Weihe, professari og stigtakari til FarGen, Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum og kliniskur ábyrgdarhavi, og Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari.

Á seinnu myndini eru øll tey, sum hava verið partur av útveganini av luttakarum til FarGen 2: Aftara rað f.v. Katrin D. Apol, Ásgerð K. Prestá, Arnfinnur Kallsberg, Leivur N. Lydersen, Hildigunn Thomsen, Mirjam Vitalis, Nanna S. Hammer og Stella Mia Mundt. Fremra rað f.v. Bina K. Syderbø, Sólrun B. Larsen, Tóra H. Jacobsen, Noomi O. Gregersen, Ragnhild L. Jacobsen og Eyð-Britt Tjaldrastein.

31/03/2025

3.500 LUTTAKARAR Í FARGEN 2
So rukku vit málinum, tá vit rundaðu 3.500 luttakarar seinnapartin í dag. Takk fyri góðu undirtøkuna, øll somul!

Í komandi viku eru vit í Havn allar dagarnar!🧬😊
19/03/2025

Í komandi viku eru vit í Havn allar dagarnar!🧬😊

D-VITAMINSTIGIÐ HJÁ FØROYINGUM SUM HEILD Í LAGID-vitamin-stigið hjá føroyingum liggur sum heild væl, men samband tykist ...
14/03/2025

D-VITAMINSTIGIÐ HJÁ FØROYINGUM SUM HEILD Í LAGI
D-vitamin-stigið hjá føroyingum liggur sum heild væl, men samband tykist vera millum aldur og D-vitaminstig í kroppinum. Hetta sæst við tað, at tess yngri aldursbólkur, tess fleiri fólk hava trot uppá D-vitamin. Tað staðfestir nýggj vísindalig grein, ið byggir á dátur úr FarGen 2, og sum er júst komin út í tíðarritinum, Scandinavian Journal of Public Health.

Endamálið var at kanna stigið av D-vitamin hjá føroyingum og at greina eitt møguligt samband millum D-vitaminstig og ymiskar variablar so sum kyn, aldur, venjingarstøða, BMI, fitiprosent, rúsdrekka- og tubbaksnýtslu umframt árstíðarbundnar broytingar.
Støði varð tikið í mátingum av D-vitaminum í blóðroyndum, kropsligum mátingum og spurnabløðum, sum 1748 luttakarar hava latið í sambandi við sína luttøku í FarGen 2. Talan er um 1034 kvinnur og 714 menn millum 18 og 86 ár.

KANNINGARÚRSLIT
Kanningarnar vístu eina høga nøgd av D-vitamin, og 74,3 % av luttakarunum lógu oman fyri tilmælda markvirðið uppá 50 nmol/l, meðan bert 3,3 % høvdu beinleiðis trot á D-vitamin, tvs undir 25 nmol/l. Trot sást serliga hjá yngstu aldursbólkunum, 18-29 ár og 30-39 ár. Sum heild lá D-vitaminstigið hjá luttakarum undir 49 ár eisini munandi lægri enn hjá teimum, sum vóru 50 ár ella eldri.

Úrslitini vísa greiðar árstíðarbundnar broytingar í D-vitaminstigi, har stigið, sum væntað, liggur hægri um summarið enn um veturin. Ein av keldunum til D-vitamin er nevniliga sólarljós. Kanningarnar vísa eisini eitt greitt samband millum D-vitaminstig og variablarnar: kyn, aldur, BMI og kropsliga venjing. Hinvegin ber ikki til at staðfesta samband millum D-vitaminstig og rúsdrekka- ella tubbaksnýtslu út frá hesum kanningunum.

HØVUNDAR
Høvundarnir til greinina eru Ragnhild L. Jacobsen, Olivia Gray, Laura Yerges-Armstrong, Melissa Hendershott, Leivur N. Lydersen, Katrin D. Apol, Herborg L. Johannesen, Torkil á Steig, Kaja Wasik og Noomi O. Gregersen.

Høvundarnir eru knýttir at Heilsustýrinum, Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, Sjúkrahúsverkinum, Steno Miðstøðini og amerikansku fyritøkuni, Variant Bio.

Greinin er tøk her: https://journals.sagepub.com/doi/10.1177/14034948251323196

‼️ BROYTING ‼️Vit vera ikki í Runavík í viku 13. Vit gera í løtuni kanningar í Runavík í niðaru hæddini í Heilsumiðstøði...
13/03/2025

‼️ BROYTING ‼️
Vit vera ikki í Runavík í viku 13.

Vit gera í løtuni kanningar í Runavík í niðaru hæddini í Heilsumiðstøðini, Mýravegur 4.

Bílegg tíð á kanning.fargen.fo ella far á heimasíðuna, fargen.fo, og skriva teg upp 🙌🏼

FÆRRI ENN 100 PLÁSS EFTIR ! Komandi 3 vikurnar gera vit kanningar í Runavík.
11/03/2025

FÆRRI ENN 100 PLÁSS EFTIR !
Komandi 3 vikurnar gera vit kanningar í Runavík.

28/02/2025

99 PLÁSS EFTIR Í FARGEN
Eftir at vit lýstu eftir fólki við diabetes 2 fyri tveimum vikum síðani, kom veruliga gongd á at fáa luttakarar úr hesum sjúkubólkinum. Enn tørvar okkum tó 99 fólk at fullfíggja luttakarahópin, og vit eftirlýsa enn fleiri luttakarar við diabetes.

KANNINGAR Í RUNAVÍK
Komandi tvær vikurnar gera vit kanningar í Runavík. Skráset teg og bílegg tíð á www.fargen.fo

18/02/2025
FARGEN TØRV Á 167 LUTTAKARUM AFTURAT VIÐ DIABETESLuttakaratalið til FarGen er komið upp á 3.333, og endaspurturin við at...
11/02/2025

FARGEN TØRV Á 167 LUTTAKARUM AFTURAT VIÐ DIABETES
Luttakaratalið til FarGen er komið upp á 3.333, og endaspurturin við at útvega luttakarar er settur í gongd. Einans 167 pláss eru eftir í stóru verkætlanini. Opna tilmeldingin er nú latin aftur og farið verður miðvíst eftir føroyingum, sum hava typu 2-diabetes.

Málið er, at øll tey írestandi plássini fara til fólk við typu 2-diabetes. Diabetes er nevniliga ein av fýra sjúkubólkum, sum FarGen leggur serligan dent á at granska í, og enn er eitt sindur eftir á mál at fáa 350 luttakarar við diabetes. Endamálið er at fáa eina betri fatan av sjúkuni, at leita eftir møguligum mynstrum í dátunum og at geva eitt íkast til betri viðgerðarmøguleikar í framtíðini við eitt nú persónlagaðum medisini.

Kanningarnar til FarGen fevna um eina blóðroynd, nøkur kropslig mát, máting av blóðtrýsti, eygna- og lungnavirkni. Luttakarar fáa afturboðan um kropsligu mátini, biokemisku kanningarnar so sum vitaminir, kolesterol, blóðsukur o.a. Eingin afturboðan fæst um ílegurnar, sum einans verða brúktar í granskingarhøpi.

Fólk, ið hava hug til at geva sítt íkast, kunnu bíleggja sær tíð til kanning á www.fargen.fo.

FARGEN-KANNINGAR Í HAVN 5. & 6. FEBRUARNú er skjótt seinasti kjansur at sleppa til FarGen-kanningarnar.Opið er:Mik. 5. f...
04/02/2025

FARGEN-KANNINGAR Í HAVN 5. & 6. FEBRUAR
Nú er skjótt seinasti kjansur at sleppa til FarGen-kanningarnar.

Opið er:
Mik. 5. febr. kl. 09.00-14.00
Hós. 6. febr. kl. 09.00-14.00

Bílegg tíð á https://kanning.fargen.fo

Les kunningartilfar og fyll út spurnablað á Vanganum undir Heilsustýrinum.
Kanningarnar fara fram í hølunum hjá Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum í Sigmundargøtu 5 í Havn.

30/01/2025

Tøkar tíðir til FarGen-kanningar á Oyri fríggjadagin 31. januar.

Bílegg tíð á kanning.fargen.fo

Adresse

Eirargarður 2, 2. Hædd
Tórshavn
100

Telefon

+298233051

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når FarGen sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til FarGen:

Del