Røktarheimið Tjarnargarður

Røktarheimið Tjarnargarður Bygningurin er gamla Marinustøðin, sum bleiv umbygd til røktarheim. Búfólk fluttu inn í oktober 2004, og dagtilhaldið byrjaði í januar 2005.
(5)

Nýggjur bygningur bleiv bygdur aftrat í 2008 og í dag hevur Tjarnargarður tríggar búeindir. Í gamla bygninginum húsast Kristianslon, har 5 hjún búgva. Í nýggja bygninginum eru tvær búeindir, Luddalon og Lavalon, har búgva 12 fólk í hvørjari eind. Dagtilhaldið Tjarnarlon er fyri minnisveik, sum megna at at búgva heima. Tey koma á Tjarnargarð og fáa ein skipaðan gerandisdag. Pláss er fyri 10 fólkum.



Á Tjarnargarði starvast ein blandaður hópur av fakfólki: Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, ergo- og fysioterapeutar, køksstarvsfólk, vaskifólk, skrivstovufólk og húsavørður. Virðisgrundarlag
Vit meta tryggleika, umsorgan og trivnað høgt. Vit stremba eftir at vera um menniskju í teirra heild, har rúmd er fyri ymiskum áskoðanum. Málið er, at búfólk/brúkarar eftir førleika fáa ein virknan gerandisdag, har mennandi tiltøk verða raðfest høgt. Tey avvarðandi eru virðismiklir samstarvsfelagar, sum verða tikin við í avgerðum. Vit starvsfólk hava virðing og umsorgan fyri hvørjum øðrum, vísa opinleika, álit og loyalitet. Vit leggja dent á fakliga menning innan røkt og umsorgan fyri búfólki/brúkarum og geva vitan víðari eisini til avvarðandi. Vit leggja dent á tagnaðarskyldu og loyalitet bæði á Tjarnargarði og uttanfyri.

Adresse

Hoyvíksvegur 58
Thorshavn
FO-100

Generelle oplysninger

Leiðari Hensia Einarsson, +298 214075 Telefax 310375 tjarnargardur@torshavn.fo Tjarnargarður +298 302075 Lavalon/Luddalon +298 302077 Kristianslon +298 302085 Dagdeildin +298 302078 Hoyvíksvegur 58 FO-100 Tórshavn

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Røktarheimið Tjarnargarður sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del