Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar Sjúkrahús Suðuroyar Sjúkrahús er eitt av trimum sjúkrahúsum í Føroyum og er á Tvøroyri. Helse/skønhed

Sjúkrahúsið er eitt blandað medisinskt/kirurgiskt sjúkrahús við 22 seingjarplássum.

120 fólk hava sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.

Forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri til LandssjúkrahúsiðHeilsu- og orkumálaráðið søkir eftir einum dugnali...
30/04/2026

Forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri til Landssjúkrahúsið

Heilsu- og orkumálaráðið søkir eftir einum dugnaligum og framskygdum stjóra at standa á odda fyri føroyska sjúkrahúsverkinum. Starvið fevnir bæði um ábyrgdina sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sum sjúkrahússtjóri fyri Landssjúkrahúsið.

Um Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Samanlagt eru 169 sengur, umleið 1.200 ársverk og ein árligur rakstur á umleið 1,2 mia. kr. Í Sjúkrahúsverkinum eru árliga umleið 12.000 innleggingar, 130.000 ambulantar viðgerðir, 5.000 skurðviðgerðir umframt 1.900 sjúklingar í viðgerð uttanlands.

Sjúkrahúsverkið hevur ein týðandi leiklut í føroyska heilsuverkinum og samstarvar við sjúkrahús uttanlands og við konsulentar innan ymiskar sergreinar, sum regluliga arbeiða í Sjúkrahúsverkinum. Samstundis stendur heilsuverkið yvir fyri vaksandi krøvum, tøkniligari menning, tørvi á fakligari sergreining og avmarkaðum tilfeingi.

Sum forstjóri hevur tú evstu leiðsluábyrgdina av samlaða sjúkrahúsverkinum og skal virka fyri at tryggja eina greiða strategiska kós, fakliga menning og burðardyggan rakstur. Tú skal saman við leiðslutoyminum menna eitt sterkt og samanhangandi sjúkrahúsverk, har uppgávur, førleikar og tilfeingi verða gagnnýtt á skilagóðan hátt.

Les meira um Sjúkrahúsverkið á sjukrahus.fo.

Starvið
Starvið fevnir um bæði yvirskipaða og dagliga leiðslu. Sum forstjóri ert tú sambindingarlið millum Sjúkrahúsverkið og Heilsu- og orkumálaráðið og hevur ábyrgd av strategiskari menning, fíggjarstýring og starvsfólkapolitikki. Tú hevur ábyrgd av at menna øll trý sjúkrahúsini – við hvør sínum profili.

Sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum hevur tú beinleiðis ábyrgd av virkseminum, herundir tryggja dygd, sjúklingatrygd, framdrift og væl skipað arbeiðsviðurskifti.

Dentur verður lagdur á:
▪ at styrkja fakliga góðsku og samanhang í viðgerðartilboðum
▪ at menna greiðar raðfestingar og haldføra fíggjarstýring
▪ at tryggja rekruttering og menning av heilsustarvsfólkum
▪ at menna og styrkja samstarv, bæði innanlands og uttanlands
▪ at leiða broytingar og tillagingar í einum øki í støðugari menning
▪ at tryggja samanhangandi sjúklingagongdir

Um teg
Tú hevur kandidatútbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta. Tú hevur hollar leiðsluroyndir, og eina greiða heildarfatan av, hvussu ein almennur stovnur verður stýrdur og mentur.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í virksemið og stýring á heilsuøkinum, herundir fíggjarstýring og heilsubúskap. Tú kennir treytirnar í politiskari fyrisiting og dugir at virka trygt og skilagott í almennum og politiskum umhvørvi, har ymisk atlit og áhugamál skulu javnvigast.

Sum stjóri ert tú savnandi og álitisvekjandi. Tú dugir at taka greiðar og væl grundaðar avgerðir, seta eina felags strategiska kós og tryggja framdrift og úrslit – eisini tá treytirnar eru torgreiddar ella broytingar eru fyri framman. Tú hevur mennandi leiðsluhátt og dugir at menna bæði leiðarar og starvsfólk.

Tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni, góðar samskiftis- og semjuførleikar og dugir at umboða stovnin á ein virðiligan, greiðan og sannførandi hátt. Eisini hevur tú evni at seta í verk fyriskipanir og tryggja, at ætlanir verða førdar út í lívið.

Setanarviðurskifti
Starvið er áramálssett í 5 ár við møguleika fyri leingjan í upp til 3 ár.

Starvið er lønt sambært 39. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins umframt áramálsviðbót. Eftirlønargjaldið er 15% av grundløn og áramálsviðbót.

Setanarøkið er Heilsu- og orkumálaráðið og stovnar undir tí. Forstjórin vísir til aðalstjóran í Heilsu- og orkumálaráðnum. Stjórin skal tola broytingar í starvsinnihaldinum.

Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Heilsu- og orkumálaráðið á homr@homr.fo í seinasta lagi tann 21. mai 2026. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, á telefon 734002.

Hin 1. januar hevði Birgit Midjord 25 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Birgit tók við starvi á vaskarínum tann 1. j...
30/04/2026

Hin 1. januar hevði Birgit Midjord 25 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Birgit tók við starvi á vaskarínum tann 1. januar 2001 og hevur røkt hetta starvið øll árini síðani.

Í sambandi við starvsdagin hjá Birgit varð skipað fyri hátíðarhaldi á Tænastudeildini í gjár. Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóri, og Rannvá Schrøter, deildarleiðari søgdu nøkur orð og takkaðu Birgit fyri drúgva og trúgva tænastu øll árini. Síðani fekk Birgit handað blómutyssi og gávur frá sjúkrahúsinum og starvsfelagunum.

Køkurin borðreiddi við góðum morgunmati fyri starvsfólkunum á Tænastudeildini.

Vit ynskja Birgit hjartaliga tillukku við starvsdegnum og takka fyri góða samstarvið.

Seinastu tvær vikurnar hava vit havt vitjan av fýra gentum úr 10. flokki í Vágs Skúla. Elin Maria Müller, Helena D. Nils...
28/04/2026

Seinastu tvær vikurnar hava vit havt vitjan av fýra gentum úr 10. flokki í Vágs Skúla. Elin Maria Müller, Helena D. Nilssen, Eyðgerð M. B. Skyt og Aleksandra Karstinsdóttir hava verið í starvsvenjing hjá okkum, har tær hava roynt gerandisdagin á nógvum ymiskum deildum.

Spurdar, hví tær valdu Suðuroyar Sjúkrahús til teirra starvsvenjing, svara Elin Maria og Helena, at tær vildu royna okkurt nýtt og hildu sjúkrahúsið vera spennandi. Tær kendu ikki so nógv til tað frammanundan, men hava í starvsvenjingini verið ymsastaðni runt í húsinum. Teimum hevur dámt sera væl á sjúkrahúsinum og serliga í Sjúkraflutningstænastuni, Ergo- og fysioterapiini og á Teknisku deild.

Fyri Eyðgerð og Aleksandru var hetta onnur ferðin í starvsvenjing hjá okkum – tær vóru eisini her í starvsvenjing í 9. flokki. Spurdar, hví tær valdu at koma aftur á sjúkrahúsið, svara tær, at teimum dámdi væl seinast, og tær halda tað vera spennandi. Teimum hevur dámt sera væl á sjúkrahúsinum, har tær hava roynt nógv ymiskt. Serliga væl dámdi teimum í Sjúkraflutningstænastuni, Ergo- og fysioterapiini og røntguni, og tær mæla øðrum til at velja Suðuroyar Sjúkrahús til starvsvenjing.

Vit takka Elin Mariu, Helenu, Eyðgerð og Aleksandru fyri, at tær valdu Suðuroyar Sjúkrahús til teirra starvsvenjing og vóna, at tíðin her hevur verið lærurík og góð.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru vit altíð fús at taka ímóti næmingum í starvsvenjing, og skúlar kunnu venda sær til okkara umvegis tlf. 34 33 33 ella teldupost jonje@ssh.fo, um næmingar ynskja at koma í starvsvenjing her.

21/04/2026
1. mars hevði Nancy Poulsen 40 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon hevur hesi 40 árini starvast í reingerðingini á...
13/04/2026

1. mars hevði Nancy Poulsen 40 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon hevur hesi 40 árini starvast í reingerðingini á sjúkrahúsinum.

Hetta varð hátíðarhildið í kantinuni á sjúkrahúsinum í dag, har Nancy eisini fekk handað Den Kongelige Fortjenstmedalje.

Hátíðarløtan byrjaði við, at Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóri helt røðu fyri Nancy og segði m.a. soleiðis:

“Í 40 ár hevur tú verið ein partur av okkara gerandisdegi her á sjúkrahúsinum. Tú hevur starvast sum gongsgenta, har tú hevur givið sjúklingum mat, tryggjað trivnaðin og syrgt fyri, at sjúkrahúsið altíð hevur verið reint og ruddiligt.

Tú hevur ikki fylt tær stóru yvirskriftirnar – men títt arbeiði hevur verið grundarlagið undir reinførinum, sum vit starvsfólk og sjúklingar hvønn einasta dag hava álit á.

Tú hevur eitt serligt eyga fyri, at alt skal vera í lagi – og hjá tær er reinføri ikki bara arbeiði, men ein stoltleiki. Tú kennir mannagongdirnar, tú fylgir teimum, og tú tryggjar, at alt gongur upp í eina hægri eind. Tað skapar dygd og trygd – bæði fyri sjúklingar og starvsfólk.

Sum álitsfólk hevur tú eisini víst styrki. Tú torir at siga frá, tá ið okkurt er, sum ikki eigur at vera – og tú gert tað á ein virðiligan og sakligan hátt. hetta krevur bæði dirvi og skil, og tað er ein eginleiki, sum hevur stórt virði.”

Síðan handaði hann Nancy Den Kongelige Fortjenstmeldalje, umframt gávu og blómur frá sjúkrahúsinum.

Aftaná helt Rannvá Schrøter, deildarleiðari á Tænastudeildini røðu og handaði Nancy gávu frá starvfólkunum á Tænastudeildini.

Borðreitt varð við leskiligum munnbitum, køkum og kaffi fyri familju og starvsfólki, og nógv nýttu høvið at heilsa uppá Nancy hesa løtuna.

Vit ynskja Nancy hjartaliga tillukku við 40 ára starvsdegnum og Den Kongelige Fortjenstmedalje, og takka fyri trúgvu tænastuna og góða samstarvið øll hesi árini.

Vit eru klár at taka ímóti tykkum á tiltakinum Vinnan á vitjan í Vágs skúla kl. 11. Kom og vitja okkara bás og hoyr um a...
06/03/2026

Vit eru klár at taka ímóti tykkum á tiltakinum Vinnan á vitjan í Vágs skúla kl. 11. Kom og vitja okkara bás og hoyr um allar møguleikarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi😊

Vit luttaka á tiltakinum Vinna á vitjan í Vágs skúla í morgin. Kom framvið okkara bási og hoyr um allar møguleikarnar á ...
05/03/2026

Vit luttaka á tiltakinum Vinna á vitjan í Vágs skúla í morgin. Kom framvið okkara bási og hoyr um allar møguleikarnar á sjúkrahúsinum :)

Fríggjadagin 6. mars verður vinnutiltakið Vinnan á vitjan hjá Vágs Kommunu aftur hildið í Vágs skúla. Hetta er fimta árið á rað, at tiltakið verður skipað. Síðani 2022 hevur Vinnan á vitjan staðið á, sum eitt fast vinnutiltak í kommununi. Her kunna næmingar í Suðuroynni f....

Seinastu árini hava vit á Suðuroyar Sjúkrahúsi upplivað ein vaksandi áhuga frá lesandi, sum ynskja at koma í starvsvenji...
24/02/2026

Seinastu árini hava vit á Suðuroyar Sjúkrahúsi upplivað ein vaksandi áhuga frá lesandi, sum ynskja at koma í starvsvenjing her á sjúkrahúsinum.

Vit fegnast um, at lesandi eru áhugaði í at koma á Suðuroyar Sjúkrahús í starvsvenjing. Okkum dámar væl at taka ímóti lesandi, og tá umstøðurnar loyva tí, royna vit at ganga ynskjunum á møti, og geva teimum eina mennandi og læruríka starvsvenjing.

Herfyri var Ida Maria, ið er læknalesandi á Aalborg Universiteti, í starvsvenjing. Ida Maria hevur skrivað okkum eina stutta frágreiðing um tíðina og royndirnar, ið hon fekk, meðan hon var í starvsvenjing á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

"Alt i alt vil jeg sige, at oplevelsen heroppe har været 10 ud af 10. Der har været en grundig gennemgang af sygehuset, venligt personale samt læger som gerne vil/kan undervise.

Jeg har kunnet udvikle mig fagligt og udfordre mig selv med patienter, hvortil jeg aldrig har stået alene. Ligeledes har de forskellige skift af speciallæger gjort, at jeg har set forskellige patientgrupper fra deres perspektiv og kunne deltaget aktivt.

Jeg er meget beæret over, hvor søde hele personalet har været overfor mig, og de har været en stor årsag til at jeg har haft et så godt ophold, som jeg har haft.

En kæmpe tak herfra."

Vit takka Ide Marie fyri tíðina og góða samstarvið.

Adresse

Sjúkrahúsbrekkan 19
Tvøroyri
800

Telefon

+298343300

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Suðuroyar Sjúkrahús sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Suðuroyar Sjúkrahús:

Del

Type