16/04/2026
Í dag luttók VEKS á tiltakinum “Miðnám og hvat so” á Miðnámi á Kambsdali.
Saman við Nánd, NBH og Roðanum høvdu vit bás, har vit bjóðaðu miðnámsnæmingum inn til prát.
Vit fegnast um, at nógvir miðnámsskúlanæmingar longu arbeiða á eldraøkinum, og at fleiri velja økið eftir lokna miðnámsútbúgving.
Ung arbeiðsmegi er ómetaliga týdningarmikil fyri okkum, og vit vóna, at dagurin hevur kveikt áhugan hjá enn fleiri at arbeiða og útbúgva seg innan økið. 💚